Toppurin á medisinkistuni

Hon hevur stýringina á koppsetingunum ímóti H1N1, hevur føroyskar tablettir til CTD og skal annars skipa soleiðis fyri, at vit fáa heilivág fyri alt hitt, sum blívur galið við okkum. Í dag vitja vit Jonnu Hansen, apotekara á Tjaldurs Apoteki

CTD og H1N1 ella svínakrím ella influensa A ella nýkrím og so alt hitt vanliga.

Tað er ov mikið av sjúkum at velja ímillum, og ímóti hvørjari einastu sjúku finnast fleiri heilivágir. Millum allar ymisku heilivágirnar, skal tann bíligasti við nøktandi virknaði finnast á apotekinum.

Vit koma inn í avgreiðsluna.

– 737?, rópar ein ljóshærd dama við klønum brillum og hvítum kitli handan diskin.

Bíðirøðirnar á apotekinum eru ikki langar áðrenn døgurða, so fólkini við seðlum eru ikki so nógv.

Men vit hava ongan seðil. Vit skulu nevniliga vitja leiðaran í húsinum, og fara stillisliga inn um diskin framvið damunum í hvítu kitlunum og upp gjøgnum trappurnar.


Koppsetingar

Á ovastu hædd kemur Jonna Hansen gangandi. Hon drinjar ikki, men tað er ikki at taka feil av, at knappa røddin er uppdrigin í Vágum.

– Í gjár fingu vit 1000 dosir ímóti H1N1, og tá vórðu okkara fyrstu føroysku carnetin tablettir lidnar eisini, so eg havi okkurt at fortelja.

Apotekarin tosar knapt og greitt.

Telefonin ringir. Tað er Heri Mørkøre, landsapotekari, sum vil hava at vita, hvussu gongur við koppsetingi í móti H1N1.

– Vit fingu 1000 í gjár, sigur Jonna í telefonina.

So lurtar hon eina løtu.

– So hava vit for lítið, men Serum instituttið sendir meira mánadagin, og tá kunnu vit senda koppsetingarnar út til læknarnar.

Samrøðan er liðug. Telefonin verður løgd á. og Jonna Hansen byrjar at greiða frá, hvat hon tosaði um.

– Kommunulæknarnir hava kannað, hvussu nógvar eindir av H1N1-vaksinu teir skulu hava, og nú er klárt at fara í gongd við tey fyrstu fólkini, sum skulu verjast fyri H1N1, greiðir hon frá.

Orðini medisin og menniskju ganga aftur hjá apotekaranum, sum situr á medisinkistuni hjá landinum og skal syrgja fyri at menniskjuni við tørvinum fáa tað, sum krevst fyri at bata um lívið.


Føroyskt carnetin

Heimskrímsjúkan við teimum nógvu nøvnunum hevur fylt rættiliga nógv á apotekinum seinastu mánaðirnar, men ein lokal dreparasjúka hevur eisini kravt nógv pláss.

– Tað hendir altíð okkurt nýtt, men seinastu tíðina hava tað serliga verið krímsjúkan og CTD, sum hava fylt nógv her inni. Fyrstu carnetin tablettirnar hjá okkum vórðu klárar til marknaðin í gjár, og tær eru eitt sindur súrar.

Ha? Eta tit tablettirnar?

– Nei, nei. Tað er sjálvandi ikki nakað, vit plaga at gera. Men carnetin er ikki vandamikið. Tú kanst royna tær eisini.

Vit fara oman í kjallaran.

Á vegnum hittir Jonna eina av hvítu kitlunum og spyr hana, hvussu er við H1N1 koppsetingini – nú Jonna longu hevur greitt landsapotekaranum frá, at tað er komið upp á pláss.

Niðurstøðan er greið. Fleiri dosur koma mánadagin.

Í kjallaranum í reyða bygninginum koma við til føroyskt framleidda carnetinið.

Tablettirnar eru nakað súrar, men mann kann eisini svølgja tablettirnar heilar, so tað skuldi gingið at fáa tær niðurum.

Frá í dag av, eru føroyskt framleiddar CTD tablettir úr sveisiskum ráevnum til taks, og tær eru rættiliga fitt bíligari enn innflutti heilivágurin.


Handilsleiðari

Men hvat ger apotekarin afturat hesum?

– Vit dríva ein handil, har vit eru áløgd at hava so bíligar vørur sum gjørligt. Men samstundis skal apotekið hava eina fíggjarætlan, sum endar á null. Fíggjarætlanini hjá Tjaldurs Apoteki taki eg mær av. Og so er tað at vera um starvsfólkini, so vit fáa veitt eina so góða tænastu, sum gjørligt, greiðir hon trygt frá.

Hesum hevur hon greitt heilt víst greitt frá fyrr.

Vit eru framvegis í kjallaranum og eru komin til robottin á lagrinum.

– Hesin hjálpir okkum nógv. Vit fingu hann í summar, so nú sleppa vit frá at leita eftir heilivági alla tíðina. Robotturin ger alt sjálvur, fortelur Jonna Hansen eldhugað, áðrenn hon fer til næstu uppgávuna.