Trettanda umfar í Effo-deildini verður seinnapartin. Fyrsta bríksl í øllum fimm dystunum verður klokkan 15.
TB/FCS/Royn-07 Vestur
Suðringar, sum eru darvaðir av, at bæði Poul Ingason og Mats Walberg sóu reytt á Skála fyri viku síðani, fáa vitjan av 07 Vestur. At hugburðurin er góður, vístu Suðringar, tá ið teir vóru undirmannaðir og støðan var 2-0 til Skála. Tá ið teir javnaðu til 2-2, vóru teir níggju ímóti ellivu.
Við 3-2 heimasigri ímóti ÍF síðsta sunnudag lyfti 07 Vestur seg upp um strikuna. Svenski verjuspælarin Petter Bjørlund er farin til hús og kemur ikki aftur.
ÍF-EB/Streymur
Fuglfirðingar eru undir stórum trýsti. Tepra tapið í Sørvági ber við sær, at tað eru fimm stig fram til bjargingina. Annað av liðunum dygst omanfyri strikuna er EB/Streymur, sum seinnapartin vitjar í Fuglafirði. Einasti dystur, sum ÍF hevur vunnið higartil í ár, var í øðrum umfari – í morgin fyri trimum mánaðum síðani – tá ið tað endaði við 3-1 heimasigri ímóti júst EB/Streymi.
Tvær tær seinastu ferðirnar hevur EB/Streymur tapt á heimavølli, og tað hevur ikki eydnast at skora mál – 3-0 ímóti NSÍ og 1-0 ímóti Víkingi.
HB-Skála
Fyri fyrstu ferð síðani áttanda umfar er Skála undir niðurflytingarstrikuni. At 2-0 leiðsla á heimavølli ímóti Suðringum varð vend til 2-2, kendist vera stórt vónbrot. Seinnapartin skal Skála royna seg í Gundadali ímóti HB. Tá ið liðini í øðrum umfari hittust á Skála, var úrslitið málleysur javnleikur.
Hóast gongdin hjá HB ikki hevur verið nakað at reypa av, so er HB á fjórða plássi og harvið á kós ímóti Europa. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið sjey stig – 4-1 ímóti 07 Vestur, 4-2 ímóti ÍF og 2-2 ímóti B36.
KÍ-B36
B36 er á veg til Klaksvíkar. Ímóti HB fleyt spælið framúr væl í fyrra hálvleiki, men tað endaði við jaqvnleiki – tí áttanda higartil í ár. Manningarliga sær tað betri út hjá árstalsfelagnum, enn tað leingi hevur gjørt. Tá ið KÍ var í Gundadali, endaði tað 1-1.
B36 er trý stig frá fjórða plássinum. Um tað endar við ongum í dag, er vandi fyri, at fjarstøðan til plássið, sum ber europeiska luttøku við sær, dragnar til seks stig.
Klaksvíkingar vóru vónbrotnir mikukvøldið, tá ið tað endaði 2-2 í Runavík. KÍ var á sigurskós, inntil vanliga leiktíðin var farin. At tað verður skorað ímóti KÍ í evstu løtu er komið fyri fleiri ferðir higartil í ár.
KÍ hevur framvegis ikki tapt, men javnleikurin mikukvøldið bar við sær, at Víkingur setti seg á toppin.
Víkingur-NSÍ
Tað verður grannauppgerð í Sarpugerði í dag. NSÍ verður gestur hjá Víkingi. Í øðrum umfari vann Víkingur 1-0 í Runavík. Tað eru fimm stig frá NSÍ og fram til Víking og toppin. Um fjarstøðan økist seinnapartin, verður brekkan ógvuliga brøtt fram ímóti FM hjá 60 ára gamla NSÍ.
Víkingur hevur framvegis ikki tapt. Fýra tær seinastu ferðirnar er tað endað við fullari úrtøku.
KÍ-B36
ÍF-EB/Streymur
Víkingur-NSÍ
HB-Skála
Suðringar-07 Vestur
Støðan
Víkingur 26
KÍ 26
NSÍ 21
HB 17
Suðringar 16
B36 14
EB/Streymur 11
07 Vestur 11
Skála 10
ÍF 6