Flogbóltur
Higartil í ár hevur tað verið Dráttur, sum hevur sett dagsskránna í meistaradeildini hjá kvinnum. Í øllum førum, tá tosað veðrur um landskappingina, tí steypafinalan verður uttan luttøku frá kvinnunum av Giljanesi.
Í landskappingini hava tær tó ikki verið at steðga, og koma tær heilskalaðar gjøgnum hetta vikuskiftið, er ilt at síggja, hvussu tær skulu steðgast yvirhøvur.
Sjálvar skulu tær hjá Drátti tvær ferðir í eldin, og eru tað báðir steypafinalistarnir, sum standa fyri framman.
Samstundis sum hesir dystir kunnu fáa avgerandi ávirkan á, hvussu oddurin í landskappingini fer at skapast, verður talan eisini um týdningarmiklan dyst hjá SÍ, ið er næsta liðið á talvuni. Tær skulu takast við TB leygardagin, og tann dysturin fer kanska meira enn nakar annar at geva eina ábending um, hvussu hóttanin frá SÍ til grannarnar verður komandi tveir mánaðirnar.
Og loksins, so fara hesir dystir eisini at staðfesta, hvørt TB og ÍF veruliga eru nøkur hóttan móti hinum liðunum, ella um tey bæði bara skulu sessast við at gera av, hvør teirra kann kalla seg steypavinnara í ár.
Hjá monnunum verður talan bert um ein dyst hetta vikuskiftið. Hesin er sunnudagin, tá Fleyr tekur móti ÍF.










