Flogbóltur
Ein og við hondbóltskappingini, so verða bara tríggir dystir á flogbóltsskránni hetta vikuskiftið.
Hjá kvinnunum vann TB seg upp á annað plássið, tá tær í vikuni vunnu á ÍF. Nú hava tær so møguleikan at koma ájavnt Mjølni, um tær vinna heimadystin móti Drátti. Nakað sum avgjørt átti at verið góður møguleiki fyri.
Í Sørvági fær SÍ hesaferð vitjan av ÍF. Einki er at ivast í, at ÍF eru favorittar móti uppflytarunum, sum enn hava fyrsta sigurin til góðar, men stríðsviljanum hjá SÍ hevur ikki bilað nakað higartil, so tað kundi kanska hent seg, at tær gera ein vørr.
Hjá monnunum er bert ein dystur á skránni. Hesin er somuleiðis í Sørvági millum SÍ og ÍF, men her eru tað menninir hjá heimaliðnum, sum eru favorittar. ÍF hevur enn einki stig fingið í bestu mansdeildini, og skal SÍ koma ájavnt oddaliðnum úr Klaksvík, so skulu tvey stig til.