Toppurin er á útivølli

Fýra dystir í 20. umfari í bestu fótbóltsdeildini vera í kvøld

Felags fyri Víking og KÍ er, at tey í kvøld fara at spæla á útivølli, og at dagsskráin hjá mótstøðuliðunum fyrst og fremst er at sleppa burtur frá vandanum at flyta niður.

 

Víkingur fyrireikar seg at spæla á Skála. Skálamenn hava fleiri tær seinastu ferðirnar víst, at teir eru førir fyri at spæla tættar dystir ímóti teimum ovastu. Veikleikin hjá Skála er, at sigrar og stig aftur og aftur gleppa av hondum í evstu løtu.

 

KÍ fyrireikar seg at spæla í Sørvági. 07 Vestur er fimm stig undan strikuni og fer harvið í kvøld at spæla fyri lívinum í bestu deildini. Hjá KÍ gekk tað ógvuliga striltið sunnudagin, men í evstu løtu eyndaðist tað at venda hóttandi tapi til 1-0 sigur á Skála.

 

ÍF fær vitjan av HB, sum hevur vunnið fulla úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar, og sum við sigri í kvøld fer at taka seg heilt tætt at fjórða plássinum, sum B36 er á. HB hevur 30 stig, og B36 hevur 35 stig.

 

Í Streymnesi fær EB/Streymur vitjan av Suðringum, sum vit heimasigri ímóti ÍF lyftu seg fram á sætta pláss og nú eru átta stig frá niðurflytingarplássi.

 

B36 og NSÍ dystaðust síðsta mikukvøld í Gundadali. Tá vann B36 2-0.

 

ÍF-HB: kl. 18.00

Skála-Víkingur: kl. 18.00

EB/Streymur-TB/FCS/Royn: kl. 18.00

07 Vestur-KÍ: kl. 18.30

 

Støðan

Víkingur 39

NSÍ 36

KÍ 36

B36 35

HB 30

TB/FCS/Royn 23

EB/Streymur 22

Skála 20

07 Vestur 15

ÍF 6

B36 og NSÍ hava spælt 20 dystir, og hini liðini hava spælt 19 dystir