Toppurin er breiður í Danmark

Esbjerg, Midtjylland og OB tykjast hava førleika at bjóða stóru feløgunum í høvuðsstaðnum av í stríðnum um meistaraskapin

SUPERLIGAN

Tað er sum í Skotlandi. Har eru tað Glasgow feløgini Rangers og Celtic, sum stríðast um meistaraskapin. Í Danmark eru tað FCK og Brøndby. Soleiðis hevur ofta verið tikið til seinnu árini, og síðani Jákup Mikkelsen og Herfølge lumpaðu øll og vunnu DM í 2000, hava tað bara verið tey bæði stóru í høvusstaðnum, sum hava verið meistarar. FCK í 2001 og 2003 og Brøndby í 2002.
Men tað eru ábendingar um, at tað kanska ikki fer at verða eins sjálvsagt, at tað hesa ferð verður FCK ella Brøndby, sum tað hevur verið undanfarnu árini.
Brøndy er oddalið eftir sjeynda umfarið, og FCK er á triðja plássi saman við FCM og OB. Esbjerg er næstfremst, og øll tey trý nevndu feløgini ? OB, Esbjerg og FCM ? tykjast hava styrki og førleika til at vera við í toppstríðnum og kanska at halda tørn inntil øll 33 umførini eru fingin frá hondini.
Esbjerg var undan sunnudegnum fremst. Teir vóru í Odense, har tað ikki eydnaðist at verja oddasessin. Esbjerg hevur ikki vunnið í Odense ímóti OB í 35 ár, og hesa ferð taptu teir 2?0. Esbjerg hevði nógvar møguleikar, men Martin S. Jensen í OB málinum stóð seg rættuliga væl. Síðsta kappingarár varð hann ikki nóg góður at fáa møguleikan sum Esbjerg málverji!
At fótbólturin rættuliga hevur fingið fastatøkur í Odense sást á áskoðaratalinum. Tað møttu næstan tíggju túsund upp. So mong plaga tað bara at møta upp í fynska høvuðsstaðnum, tá ið talan hevur verið um lokaluppgerðir í bestu deildini. Nú er langt síðani, at nøkur sovorðin var á skránni, tí B1913 er í næstbestu deildini, og B1909 er í triði bestu deildini.
OB hevur nú spælt 16 landskappingardystir á heimavølli á rað uttan at hava tapt. Teir taptu 1?0 29. september í fjør ímóti FCK. Síðani tá hava teir hvørja ferð fingið stig á heimavølli.
Brøndby tryggjaði sær seinnapartin sunnudagin oddasessin. Teir vunnu 3?0 á Glasdaxe stadion, og sigurin á AB var fult uppiborin. Heldur ikki hesa ferð helt Michael Laudrup seg hava pláss fyri álitinum í miðverjuni á føroyska landsliðnum, Jón Róa Jacobsen.
FCM vann fyri fyrstu ferð nakrantíð á FCK í Parkini. Úrslitð var 1?0, og tað hevði við sær, at FCM legði seg undir liðina á OB og FCK á triðja plássinum.

Broytingar í botninum
AGF hevði knívin á barkanum. Mannfjøldin á Århus stadion var stór, og AGF sveik ikki hesa ferð. Teir løgdu seg á odda 2?0 ímóti Herfølge. Gestirnir minkaðu í 2. hálvleiki um munin, og teir hildu seg eisini í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, at hava javnað til 2?2. Dómarin kolldømdi málið fyri rangstøðu, og tað vóru Herfølge menninir rættuliga misnøgdir við.
Við sigrinum slapp AGF av niðurflytingarplássinum og upp um strikuna.
Hjá FC Nordsjælland minnir gongdin ikki so lítið um hana hjá Herfølge í 2000/2001, tá ið teir frammanundan høvdu vunnið DM. FCN vann púra óvæntað bronsukrónurnar í summar, men nú vil einki bera til hjá teimum. Sunnudagin vóru teir í Ålborg og spældu ímóti kreppurakta AaB, sum eftir næstsíðsta umfarið skifti venjara. AaB vann 1?0, og harvið er FCN undir niðurflytingarstrikuni, meðan teir í Ålborg í hvussu so er inntil í annaðkvøld kunnu draga ondina eitt sindur lættari.
At tað eisini fer at verða sera strevið hjá nýuppflutta Frem sást á heimavølli ímóti Viborg, sum vann 3?2, eftir at Frem, sum var rættuliga lítið sannførandi í verjuspælinum, hevði verið frammanfyri 1?0 og aftanfyri 3?1.