Toppurin er botnurin

Týskvøldið verður spennandi fyrilestur í Norðurlandahúsinum, við fotomyndum um lívið í sjónum. Her fer frítíðar- og vinnukavarin Ingi Sørensen at greiða frá djóra- og plantulívi, skipsvrøkum, støðum og øðrum spennandi niðri við havsins botn.

Havbotnurin, taraskógurin og lívið í sjónum. Gjøgnum fleiri ár hevur Ingi Sørensen avmyndað Føroyar undir vatnskorpuni og við hesum verður ein livandi fyrilestur, har Ingi í myndum og orðum greiðir frá sínum mongu spennandi upplivingum úr okkara undirvatnsverð.

Har eru myndir av alskyns fiskasløgum, verum, gróðri og litføgrum taraskógi. Eisini eru myndir av skipsvrøkum. Søgur sum ongantíð rættuliga eru sagdar, men sum nú koma undan kavi. Myndir av víkum, firðum og sundum frá nýggjum og ókendum vinklum.

Fyrilesturin er almennur og ókeypis.