Eftir at umfar í FA Cup var á skránni síðsta vikuskifti, og eftir at europeisku kappingarnar vóru á skránni mitt í viku, er dagsskráin í Onglandi aftur landskappingin, har tað serliga eru Chelsea, Arsenal og Manchester City, sum kappast í toppinum. Felags fyri hesi trý er, at tey í dag eru favorittar á heimavølli.
Talvan sigur, at Chelsea bíðar størsta avbjóðingin. Everton er á veg at vitja tíðliga seinnapartin. Everton hevur staðið seg ógvuliga væl og er framvegis við í kappingini um pláss í europeisku meistarakappingini næsta summar. Tá ið liðini í heyst hittust á heimavøøllinum hjá Everton vann heimaliðið 1-0.
Eftir vónbrotið mikukvøldið, tá ið Arsenal á heimavølli tapti 2-0 ímóti Bayern München eigur Asenal á pappírinum lætta uppgávu í dag. Mótstøðuliðið á heimavøllinum verður Sunderland, sum ivaleyst fer at geva seg heilt, nú tað aftur eru vánir fyri, at tað skal eydnast at sleppa upp um niðurflytingar strikuna. Tá ið liðini hittust í heyst, vann Arsenal 3-1.
Orsaka av illveðri var heimadysturin hjá Manchester City ímóti Sunderland útsettur fyri tíggju døgum síðani. Í dag eigur City heimavøll ímóti Stoke. Manchester United hevur knívin á barkanum hvørja ferð. Í dag er avbjóðingin av vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti Crystal Palace.
Liverpool skal ikki í eldin fyrrenn í morgin, tá ið Swansea kemur at vitja á Anfield Road.
27. umfar
Í dag
Chelsea-Everton kl. 12.45
Arsenal-Sunderland kl. 15.00
West Bromwich Albion-Fulham kl. 15.00
Manchester City-Stoke kl. 15.00
Cardiff-Hull kl. 15.00
West Ham-Southampton kl. 15.00
Crystal Palace-Manchester United kl. 17.30
Í morgin
Liverpool-Swansea kl. 13.30
Newcastle-Aton Villa kl. 13.30
Norwich-Totttenham kl. 16.00