Toppur og botnur í Klaksvík

Vanligi klassikarin millum KÍ og HB er hesaferð samstundis ein uppgerð millum botn og topp.

Klaksvíkingar hava tapt seks dystir á rað, og hjá teimum ræður nú um at steðga keðiligu gongdini. Hinvegin kunnu teir staðfesta, at uppgávan leygardagin ikki er av teimum løttu, tí tað er eitt av oddaliðunum, ið kemur á vitjan.

Hava bast HB fyrr í ár
Klaksvíkingar hava tó fyrr í ár prógvað, at teir kunnu koppa føroyameistarunum. Hesi bæði lið hittust í Klaksvík í fyrsta umfari av Formuladeildini, og tá vunnu klaksvíkingar 4-3 eftir ein spennandi dyst.
Til dystin leygardagin hevur KÍ at kalla allar mans tøkar. Høgni Madsen er tó leikbannaður eftir reyða kortið, ið hann fekk móti B36 farna vikuskifti, og Erling Fles og Eyðun Klakstein eru framvegis leikbannaðir.
HB hevur alt sítt fólk tøkt. Eingin spælari er leikbannaður, og eingin skaði er í hópinum. Teir báðir danirnir, sum HB hevur gjørt avtalu við í sambandi við Champions League dystirnar, hava loyvi at spæla við móti KÍ, men teir verða neyvan við í hópinum.
Hjá HB ræður um at vinna dystin í Klaksvík, um teir ætla at halda fast í hinum báðum oddaliðunum, men havnarmenninir eru fullvæl greiðir yvir, at tað verður ein trupul uppgáva, tí klaksvíkingar eru svangir eftir stigum.