Dagsskráirnar eru púra ymiskar í Eysturkommunu og Nes kommunu. Meðan Víkingur er topplið og tevjar møguleikan at vinna FM, so mugu teir á Svangaskarði staðfesta, at tað eru aðrar tíðir, enn tá ið B68 var upp á tað besta og vann trý FM – tað síðsta fyri 24 árum síðani.
Setningurin hjá B68 er at stríðast fyri at sleppa upp um strikuna. Tann royndin verður gjørd við nógvum ungum og óroyndum toftamonnum. Eitt nú málverjanum Ragnar Lindholm, Búa í Hjøllum, Jógvan Ingvard Hansen, Esmar Clementsen, Jóhannus Hansen, Ari Johannesen, Otto R. Petersen, Michal Przybylski og Albert Róin Johannesen. Saman við meiri roynda 20 ára gamla liðformanninum Hákuni Edmundsson eru hesir blaðungir og harvið ikki føddir, tá ið B68 síðst var meistari.
Esmar Clementsen verður ikki við í kvøld orsaka av knæskaða. Evrard Blé er ivasamur, og Niklas Poulsen er tøkur aftur eftir langan skaðasteðg.
Millum mótstøðumenninar í kvøld er bara nýggi og sera evnaríki vongverjin í vinstru, Jákup Vatnhamar Olsen, undir 20 ár. Í dramatiska steypasigrinum ímóti HB sunnudagin var tað merkisvert, at Hans Jørgen Djurhuus var á beinkinum fyri fyrstu ferð í ár. Hann er tøkur aftur eftir skaðasteðg higartil í ár. Harvið verða royndirnar ikki færri – Hans Jørgen Djurhuus hevur millum annað verið við til at vinna seks steypafinalur!
Landsliðsmiðvallarin Sølvi Vatnhamar er leikbannaður, og Hanus Jacobsen er framvegis ikki tøkur orsaka av vøddaskaða.
Tað eru altso royndir menn við nógvum sigrum, sum fara úr Sarpugerði og út á Svangaskarð, har unglingar, sum stríðast við at ogna sær royndir, ið bíða teimum.