Toppur og botnur hittast á Argjum

Oddaliðið AB verður seinnapartin gestur hjá illa sperda B36

Seinnapartin verður 21. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini.

Toppliðið AB riggar seg til at fáa vitjan av B36. Setningurin hjá AB er at syrgja fyri, at kósin fram ímóti uppflyting verður hildin. Setningurin hjá B36 er at vinna úrtøku og harvið at flyta seg burtur frá vandanum fyri at flyta niður, sum er stórur.

Suðringar kenna vandan fyri at flyta niður. Í dag hava teir góðan møguleika at lyfta eg longri frá botninum. Teir fáa á Vágseiði vitjan av ÍF, sum enn einki stig hevur vunnið.

Umframt B36 og Suðringar eru tað teir í Giza Hoyvik, sum royna at renna undan hóttanini av niðurflyting. Í dag verður NSÍ, sum leingi var millum tey fremstu, men sum seinastu tíðina er dragnað eitt vet, gestur í Hoyvík.

Í Klaksvík verður grannauppgerð millum KÍ og Víking, og á Svangaskarði fær B68, sum er á uppflytingarplássi, vitjan av HB, sum í løtuni er leyst av niðurflytingar stríðnum.

 

KÍ-Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 15.30

B68-HB: Andreas Josephsen kl. 15.00

Giza Hoyvík-NSÍ: Jóhan Petur Michelsen kl. 16.00

AB-B36: Jóan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

Suðringar-ÍF: Lars Müller kl. 15.00

 

Støðan undan 21. umfari

AB 46

KÍ 39

B68 39

NSí 33

Víkingur 32

HB 26

Suðringar 23

Giza Hoyvík 22

B36 21

ÍF 0