Toppur og botnur eru partur av stevnuskránni

KÍ hevur fulla úrtøku, og AB hevur eitt stig, nú tey hittast á norðoyastevnu

Í dag verður fyrsti dystur í 13. umfari í bestu fótbóltsdeildini. Tað er á norðoyastevnu, at KÍ fær vitjan av AB. Argjamenn skulu royna at vera teir fyrstu at fáa stig frá toppliðnum, sum eftir 12 umfør hevur fulla úrtøku.

 

Tá ið liðini hittust 12. apríl á Argjum vann KÍ 2-0.

 

Enn hevur einki verið at frætt um, at AB hevur sett nýggjan venjara. Tí verður tað Morten Overgaard, sum fer at hava ábyrgdina í Klaksvík í kvøld. Hann hevði eisini ábyrgdina, tá ið AB var á útivølli ímóti B36. AB tapti 2-1, og avrikið mundi vera tað besta yvirhøvur í ár hjá argjamonnum.

 

AB var partur av norðoyastevnuuppgerðini í 2019. Tá var KÍ stórfavorittur, og klaksvíkingar vunnu 2-1, men tað leyp einki av. AB var frammanfyri, inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin, men so skoraði heimaliðið tvey mál.

 

Hjá AB eru bæði Ragnar Skála og Jákup Pauli Breckmann leikbannaðir, og Marius Kryger og Filip í Liða eru skaddir.

 

Í Klaksvík er fótbóltslagið heilt gott. Hjá Magne Hoseth og hansara monnum snýr  tað seg um at hava fokus á rætta staðnum og taka allar uppgávurnar í størsta álvara, hóast tað higartil hevur gingið sum eftir ánni.

 

Patrick da Silva og Mads Bo Mikkelsen eru tøkir aftur eftir skaðasteðg. Jóannes K. Danielsen, Jonn Johannesen og Hallur Hansson eru skaddir.

 

Spurningurin er, hvør fer at verja KÍ málið. Markus Olsen Pettersen hevur verið skaddur og ódrúgvur seinastu tíðina, og tá hevur Hannis Matras vart málið.

 

KÍ – AB: Jákup Øssursson Mohr kl. 19.00.