Toppuppgerðin verður á Vágseiði

Fýra dystir eru á skránni í 1. deild í dag. Síðsta uppgerðin verður mánakvøldið, tá ið EB/Streymur skal til Leirvíkar.

Toppuppgerðin verður á Vágseiði, har 07 Vestur fer at vitja. VB/Sumba hevur 16 stig og 07 Vestur 15 stig. Bæði liðini hava spælt seks dystir. Tað vil siga, at VB/Sumba hevur møguleika at leggja sjógv millum seg og næsta kappingarneytan, og at 07 Vestur hevur møguleika fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna seg fram á fremsta plássið í næstbestu deildini.

07 Vestur hevur eina ferð áður verið í Suðuroy og spælt landskappingardyst, og tá gekk tað av skriðuni. Vitjað varð á Sevmýri, har TB vann 4-0.

TB skal í dag royna seg í Runavík. Eftir trý tap á rað hava teir í TB fokus á júst dystinum í dag, sum teir skulu vinna, um TB yvirhøvur aftur skal fáa fatur í uppflytingarplássunum.

Í Gundadali verður grannauppgerð, tá ið AB, sum alt meiri nærkast toppinum, fer at vitja HB.

Fótbóltslíkindini eru av teimum fagrastu nú á middegi, og veðurvánirnar eru góðar fyri seinnapartin. Hann sigur frá høgættarloti, sól viðhvørt og okkurt æli. Hitin millum 8 og 10 stig.

Skráin:

VB/Sumba-07 Vestur: Páll Augustinussen kl. 15.45

NSÍ-TB: Høgni Hansen kl. 16.00

HB-AB: Dagfinn Olsen kl. 15.00

KÍ-B68: Jan Skoradal kl.17.00

Víkingur-EB/Streymur: Rúni Gaardbo (mánakvøldið kl. 18.00)

Støðan

VB/Sumba 16 stig

07 Vestur 15 stig

TB og AB 12 stig

HB 11 stig

KÍ 10 stig

Víkingur 8 stig

B68, NSÍ og EB/Streymur 3 stig

TB, HB, NSÍ og EB/Streymur sjey dystir og hini seks dystir.