Toppuppgerðin verður í Sandavági

Tað verður oddabrak í næstbestu fótbóltsdeildini seinnapartin í dag. Toppliðið B68 vitjar FSV04 í Sandavági. Heimaliðið er næstfremst. B68 hevur eftir ellivu umfør 31 stig, og FSV04 hevur 28 stig.

Einasti dysturin, sum FSV04 hevur tapt higartil, var í fyrsta umfari, tá ið vágamenn fóru av Svangaskarði við 2-1 tapi.

Fleiri av lyklaspælarunum hjá FSV04 hava verið uttanfyri, men nú eru teir tøkir aftur. Tað snýr seg eitt nú um útlendsku profilarnar, miðvallaran Jovan Panic og toppskjúttan Andrzej Stretowicz, og Hans Arna Ellefsen, sum hevur bitið seg fastan á vongverjan í høgru.

 

1. deild leygardagin 9. juni

TB-LÍF Bárður Mortensen ? kl. 15.00

HB-ÍF Regin Egholm ? kl. 17.00

FSV04-B68 Eiler Rasmussen ? kl. 15.00

B36-NSÍ Jan Skoradal ? kl. 15.00

KÍ-SÍ Vinjard Dam ? kl. 15.00

 

Støðan eftir 11 umfør:

B68 31 stig

FSV04 28 stig

ÍF 21 stig

LÍF 19 stig

TB 14 stig

NSÍ 12 stig

HB 11 stig

KÍ 10 stig

SÍ 7 stig

B36 5 stig