Føroyskir spælarar eru við í teimum báðu mest spennandi dystunum í hesum umfarinum í donsku superliguni. Umframt stigini so stendur æran í stóran stíl upp á spæl, tá Brøndby, sum hóskvøldið tapti 2?1 á útivølli í Polen, mánakvøldið fer at taka ímóti FCK, og tað er oddasessurin, sum fer at standa uppá spæl, tá AB og Ole Mørch seint seinnapartin sunnudagin fer at taka ímóti Jákupi Mikkelsen og hinum í Herfølge.
Felags fyri hesar báðar dystirnar er, at teir verða vístir beinleiðis á TV3+ rásini, og sunnudagin fæst at síggja, hvussu dygt AB menninir eru nívdir av, at teir hóskvøldið á heimavølli í UEFA Cup taptu 2?0 móti sveisiska Grasshoppers. Hetta var fyrsa europeiska royndin hjá AB í 28 ár.
Óli Johannsen og hinir í AGF vóru mikukvøldið í Keypmannahavn, har teir taptu í steypakappingini fyri 2. deildarliðnum úr Glostrup IF32. Í morgin skal AGF aftur til Keypmannahavnar, har teir tíðliga seinnapartin skulu spæla móti Lyngby, sum var sannførandi, tá teir síðsta vikuskiftið vóru í Aalborg, men sum kiksaði, tá teir hóskvøldið á heimavølli í UEFA Cup taptu 2?1 ímóti Lokomotiv Moskva.
Strevin lutur
Seinnapartin hósdagin varð lutur kastaður um, hvussu tað skal spælast í fimta umfari í donsku steypakappingini, og luturin kundi verið hepnari hjá øllum føroyingunum.
Fimta umfarið verður ikki spælt fyrrenn 5. apríl komandi ár, og tá skal FCK spæla í Parkini móti Silkeborg, sum er væl fyri. Luturin hjá Herfølge verður at spæla á útivølli móti AB, og tað vil siga, at hjá Herfølge verður talan um júst sama dyst, sum tað verður í annað kvøld.
Liðið hjá fyrrverandi TB venjaranum, Frank Skytte, sum eisini hevur Jón Johannesen í hópinum, eitur Glostrup IF32, og hetta felagið er tað lægst stadda, sum framvegis luttekur í steypakappingini. Luturin hjá teimum verður í 5. umfarinum at spæla á heimavølli móti Lyngby. Í fimta umfarinum verða átta dystir, og tað vil siga, at í sætta umfarinum, sum verður spælt 12. apríl, eru fjórðingsfinalurnar á skránni.