Sunnudagin tryggjaði KÍ sær FM heitið. Hóskvøldið tryggjaði KÍ sær fyrsta stigið í europeiskum bólkaspæli, tá ið tað á Tórsvølli endaði málleyst ímóti franska Lille.
Í dag fara klaksvíkingar aftur suður í høvuðsstaðin. Hesaferð eru ørindini at spæla landskappingardyst á Argjum, har AB er illa spert av hóttan at flyta niður.
Hóast KÍ venjarin hevur sagt, at fokus er á at vinna allar dystirnar í landskappingini, so vil tað ikki siga, at allir teir, sum hóskvøldið vóru millum teir fyrstu ellivu, eisini í dag fara at vera millum teir fyrstu ellivu. Magne Hoseth hevur sagt, at tað er neyðugt at skifta út á liðnum.
Hóskvøldið var Nils Jonatan Johansson málverji. Síðstu nógvu ferðirnar hevur hann verið á beinkinum í dystum av tí slagnum, sum tann í dag verður. Tí kann roknast við, at tað verður Markus Olsen Pettersen, sum fer at verja KÍ málið. Heini Vatnsdal er framvegis skaddur, og so kann tað væl vera, at Vegard Forren og onkur annar av tilkomnu monnunum í dag verður á beinkinum ella kanska ikki á listanum.
Tað er greitt, at 18 ára gamli álopsspælarin Jóhan Josephsen ikki verður við. Í gjár sá hann tvær ferðir gult og harvið eisini reytt, tá ið næstbesta KÍ liðið vann 4-1 í Leirvík. Tí er hann leikbannaður í dag.
Hjá AB er tað í trimum teimum seinastu umførunum neyðugt at vinna í hvussu so er fýra stig meiri enn TB. Tað er ímóti KÍ á heimavølli, B68 á útivølli og B36 á heimavølli.
Í dag eru Ragnar Skála (leikbann) og Bartal S. Petersen (sjúka) tøkir aftur. Toppskjúttin Brian Jakobsen og Teitur D. Olsen eru leikbannaðir. Og so er tað ivasamt, um miðverjin Dánjal Danielsen og vongverjarnir Jákup Pauli Breckmann og Beinir Ellefsen eru førir fyri at spæla.
Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 2-0 á Argjum. Tað var 12. apríl, og á norðoyastevnu vann KÍ 2-1 ímóti AB.











