Toppskjúttin trívist á Eiði

Eftir at hava spælt øll undanfarnu árini í NSÍ, er Sonni L. Petersen nú á Eiði, og her hevur úrtøkan verið óvanliga góð

toppskjútti

Ein av teimum trimum, sum liggja ovastir á máltindinum, er rituvíkingurin, Sonni L. Petersen, sum í ár traðkar síni spor á Mølini á Eiði.
Og sum vera man, so er hann fegin um málini, sum í ár eru skolað inn, og nú kappingin er farin at halla, tykist gylti stylvin eisini at vera vorðin eitt mál í sjálvum sær.
- Tað er jú spennandi at liggja somikið væl fyri, so sjálvandi verður tað eitt mál í sær sjálvum. Hinvegin vil eg eisini siga, at tað ikki útilokar, at eg eisini spæli fyri liðið, sigur hann.
- Samstundis haldi eg eisini, at viðleikararnir nú hava enn betri hug at spæla meg upp, tí endi eg sum toppskjútti, so er tað jú eisini ein nýggjur leiklutur hjá EB/Streymi, so alt í alt er tað bara heilt hugaligt fyri tíðina, heldur hann.
Máltevið hevur Sonni annars ikki frá ongum. Eldri beiggin, Helgi, plagar eisini at skora nógv, og í 2001 var hann maðurin, sum fekk gylta skógvin. Millum annað takkað verið eini metrøð upp á átta dystir í slag við skoringum.
Og júst hetta heldur Sonni eisini vera nakað, sum vert at stremba eftir.
- Tað vildi sjálvandi verið stuttligt, um eg eisini kann hava ein slíkan standandi á hillini, sigur hann flennandi, meðan Helgi, ið starvast á sama starvsplássi, mutlar okkurt mótmæli í bakgrundini.

Trívist væl
Í fjør var tað annars í NSÍ ? sum jú var mótstøðuliðið hesaferð - at Sonni royndi síni kynstur, men úrtøkan var ikki tann sama. Hann sýndi annars góð evni at vinna seg fram til møguleikar, men seks mál á botnlinjuni vigaðu ikki nóg nógv, og fleiri ferðir mátti hann tí taka til takkar við einum plássi á beinkinum.
Og spurdur, hvør munnurin er á árinum í fjør og í ár hjá sær, er Sonni skjótur at svara, at sjálvsálit og tryggleiki eiga sín stóra lut í hesum.
- Tað er sjálvandi trupult at geva nakra einfalda frágreiðing, men ein partur er helst, at eg ikki er so bangin fyri at brenna. Ikki soleiðis, at vit hava minni kapping um plássini, men onkursvegna kenna eg tað, sum um bonkurin er longri burturi, og so verður tryggleikin av sær sjálvum størri.
Og hetta sama hevur helst eisini viðført, at Sonni trívist ógvuliga væl á Mølini, sum er. Men hóast hetta, so hevur hann enn ikki gjørt av, hvørt hann eisini fer at spæla her komandi árið.
- Nú spæli eg her, sum eg spæli, og so hugsi eg ikki so nógv meira um tað. Sjálvur dámar mær eisini best, at slíkt tos verður tikið upp, tá kappingin er liðug, men okkurt hevur so verið tosað kortini. Enn fái eg tó ikki sagt so nógv um hetta, men eg kann í øllum førum staðfesta, at mær dámar væl her. Hetta er eisini eitt felag, sum tú onkursvegna verður góður við, so vit fáa at síggja, sigur Sonni, sum soleiðis letur hendan seinsta spurningin meira ella minni verða hangandi í luftini.