Toppskjúttin iðrar seg um brenda brotssparkið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Klæmint Olsen og liðfelagarnir dragnaðu nakað í oddinum í dag

Toppskjúttin hjá NSÍ, Klæmint Olsen kundi aftur í dag verið ein stór hetja hjá NSÍ, tá hann fekk møguleikan at leggja NSÍ á odda 1-0 við brotssparki í dystinum ímóti HB við Løkin í Runavík í dag, men tíverri fyri Klæmint og liðfelagarnar bjargaði Teitur M. Gestsson í HB-málinum. Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Talan er um fyrsta javnleikin hjá NSÍ í effodeildini í ár. 

 

Klæmint Olsen ergrar seg eisini um, at teir ikki fingu øll stigini í dag, og hann staðfestir, at nú steðgur verður í effodeildini við steypafinalu og HM-undankappingardysti, so hava teir í NSÍ nakað at arbeiða við tær komandi vikurnar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi við Klæmint Olsen aftaná 0-0 javnleikin millum NSÍ og HB við Løkin í Runavík fyrr í dag.