Neistin vann í ár greipuna og ein av høvðusorsøkunum til góðu úrslitini var 23-ára gamli høgrivongurin, David Edvardsen. Hann gjørdist toppskorari í Atlanitc Airways deildini og tí kom tað illa við, at hann tá boðaði frá, at hann gavst í felagnum.
Nú skrivar heimasíðan hjá Neistanum, at David kortini verður at síggja í Neista búnanum komandi kappingarár. Á heimasíðuni hjá Neistanum fegnast tey um at David heldur fram.









