Ein góður hópur, gott leikaraumhvørvi og vón um framhaldandi framgongd eru høvuðsorsøkirnar, sigur Sonni L. Petersen
Enn er avtalan ikki undirskrivað, men tað skuldi verið heilt víst.
Sonni L. Petersen, sum í ár hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot, hevur tikið avgerð um, at hann eisini í komandi ári fer at at spæla í EB/Streymi.
- Tað er rætt. Eg havi trivist sera væl hetta kappingarárið. Bæði á og uttanfyri vøllin, og tí hevur avgerðin ikki verið serliga trupul, heldur Sonni.
Saman við góða árinum hjá Sonna sjálvum, hevur EB/Streymur eisini havt eitt fínt kappingarár, sum væl kann enda við bestu endastøðu felagsins nakrantíð. Og einki er at ivast í, at bæði leiðslan í felagnum og leikararnir sjálvir halda, at hetta er nakað, sum byggjast skal víðari uppá.
- Nú er sjálvandi ikki alt endaliga greitt, men tað er nógv, sum bendir á, at talan verður um á leið sama leikarahóp til komandi kappingarár, og tað hevur eisini vigað nógv hjá mær. Sjálvur haldi eg í øllum førum, at tilfarið at byggja víðari við er sera gott, og vit í hópinum trúgva í øllum førum upá, at tað kann gerast enn betri, heldur Sonni L. Petersen at enda.