Come-back
Tað var ikki í tonkunum, at hann einaferð aftur skuldi spæla fótbólt í fremstu føroysku deildini.
Eftir at hann á sumri 2002 noyddist at gevast við fótbóltinum, ráddi tað fyrst og fremst um at fáa heilsustøðuna í rættlag hjá Una Arge. Fleiri vóru tey, sum mundu møta málrevinum spákandi í Viðarlundini, ella kanska smárennandi kring vøllin í Gundadali.
- Eg var ræðuliga illa fyri. Eg hevði havt trupulleikar við rygginum, og tað hevði so aðrar fylgjur við sær. Snøgt sagt, so var allur kroppurin úti av javnvág, og tað tók mær eisini hálvt annað ár at koma fyri meg aftur.
Roknaði tú tá nakran tíð við, at tú aftur fór at spæla fótbólt á høgsta støði?
- Yvir høvur ikki. Eg ikki so mikið sum hugsaði um fótbóltin hesa tíðina. Í fjør varð eg so biðin um at koma við á fjórðu deildar liðið hjá okkum. Tað, sum vit róptu Dream Team.
- Tað gekk bara heilt væl, og í ár hugsaði eg so, um eg ikki skuldi fara at royna meg á eitt lítið sindur hægri støði. Eg haldi, at tað sum veruliga gav mær seinasta skumpið, var, at Heine Fernandez ringdi til mín tíðliga í ár fyri at vita, hvat eg ætlaði mær.
Og vart tú so klárur alt fyri eitt?
- Nei. Langt ífrá. Eg segði honum, at eg í øllum førum vildi royna meg sjálvan fyrst. Og at eg als ikki ætlaði at hugsa um besta liðið fyrstu fýra mánaðirnar. Tað hevur tó víst seg, at tað gekk soleiðis hampuliga væl, og nú havi eg so aftur roynt meg á besta liðnum. Eg skuldi sum so longu vera við í hópinum seinast, men ta ferðina mátti eg geva avboð, tí eg skuldi verða vertur í 3-2 sendingini.
Minti um debut'ina
Men sunnudagin var tíðin so komin. Fagnaðurin í HB-skýlinum var stórur, tá maðurin við átta talinum varð skiftur inn, og hann gjørdist ikki minni stórur, tá Uni eftir bara 40 sekundum á vøllinum hevði skorað.
Og eftir dystin fjaldi málskjúttin ikki, at hann var fegin um at vera aftur. Og ikki minst, at hann við hesum fekk lagt afturat teimum tølum á ævinleikatalvuni hjá HB, har Uni er maðurin við nógv flestu málunum.
- Hetta minti næstan um, tá eg debuteraði fyri eini 17 árum síðani, helt Uni við einum stórum brosi.
Og so er spurningurin bara, um Uni nú aftur kann fáa ein eins týðandi leiklut, sum hann hevði seinasta partin av 80'unum og flestu av 90'unum. Fyribils er staðfestingin í øllum førum, at HB við hesum hevur fingið ein jokara, sum kann geva vágskálini eyka tyngdina, sum helst verður neyðug, nú tað av álvara er farið at stunda til í endaspurtinum.