Skála vitjar í Runavík. Tað er nógvur vindur, og Skála hevur vindin undan í 1. hálvleiki.
Einki mál er komið fyrstu 20 minuttirnar. Mest merkisvert er tað, at toppskjúttin hjá NSÍ, unglingaspælarin Øssur Dalbúð, er settur á beinkin í dag. Í álopinum spælir í hansara stað Aco Pandurovic, sum annars fyri tað mesta hevur verið vongverji. Hann er í álopinum saman við Hjalgrími Elttør og Karoly Potemkin.
Øssur Dalbúð hevur skorað átta mál í ár, og hann er toppskjútti hjá NSÍ.










