Toppskjúttarnir skora ov sjáldan

Hóast Steffen Højer gjørdist toppskjútti í superliguni við 16 málum hetta kappingarárið, er hetta ikki eitt høgt tal samanborið við aðrar europeiskar kappingar. Højer hevur skotið 0,52 mál fyri hvønn dyst, meðan eitt nú Klaas-Jan Huntelaar hevur skorað 1,06 mál pr. dyst fyri hollendska felag sítt. Toppskjúttarnir í flestu av hinum europeiskum londunum liggja eisini frammanfyri danska toppskjúttan, skrivar onside.dk. Komandi U21-venjarin hjá Danmark er ikki imponeraður av málskjótingini í Danmark.
- Vit hava tosað um hatta í fleiri ár, men rákið er helst, at tá ið spælarar gera nógv mál í superliguni, so verða teir seldir til útlandið, heldur Keld Bordinggaard.