Báðir hava Andrasson, sum millumnavn. Teir eru liðfelagar í landsliðshópinum, og teir kappast um at gerast toppskjúttar í effodeildini, og at vinna Gylta Skógvin 2016.
Klæmint A. Olsen hevur munin. Páll A. Klettskarð hálaði væl inn á Klæmint A. Olsen við at skora trý mál ímóti B68 norðuri í Klaksvík ígjár. Klæmint A. Olsen fekk tó økt um munin aftur við at skora ímóti dystarenda ímóti AB í heimadystinum við Løkin í Runavík ígjár.
Klæmint A. Olsen hevur skotið 22 mál í effodeildini higartil í ár, og Páll A. Klettskarð hevur skotið 20 mál.
Í seinasta umfarinum vitjar Klæmint saman við liðfeløgunum B68 á Svangaskarði á Toftum. Tá liðini hittust á Svangaskarði 10. apríl í ár eydnaðist tað Klæmini at skjóta trý mál, tá NSÍ vann 5-0.
Páll og liðfelagarnir í KÍ vitja ÍF í Fuglafirði leygardagin. Páll hevur skotið trý mál ímóti ÍF fyrr í ár. Tá KÍ vann 4-0 í Fuglafirði 10. apríl skoraði Páll tvey mál. Tá KÍ rættiliga óvæntað á heimavølli tapti 2-4 ímóti ÍF 24. juli skeyt Páll eitt mál.
Páll A. Klettskarð og Klæmint A. Olsen hava sostatt báðir hagtølini við sær ímóti ávikavist ÍF og B68, men Klæmint er favorittur at fara við Gylta Skógvanum. Men einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt er gamalt at siga.
Klæmint A. Olsen hevur verið toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini seinastu fýra kappingarárini.