Toppliðini vóru drúgvari í 2. hálvleiki

B36, Víkingur og EB/Streymur eru á heiðursmerkjaplássunum. Sum gongdin var í 2. hálvleiki, so varð tað staðfest, at hetta er ikki av tilvild.

Tað var javnt í øllum fýra dystunum í hálvleikinum. Bara ein dystur endaði við javnleiki. Tað var í Klaksvík, har HB við síðsta skotinum í dystinum javnaði til 2-2. Málskjútti var HB málverjin, Teitur Gestson, sum er uppvaksin í Klaksvík. Í síðstu royndini at vinna eitt stig varð hann tikin fram í KÍ brotsteigin í hornasparksstøðu, og tað var hann, sum eftrir aftur og fram setti bóltin í KÍ málið!

Oddaliðið B36 var leingi illa spert. Klæmint A. Olsen legði við tveimum málum NSÍ framum 2-0 í Gundadali, men B36 svaraði aftur til 2-2, og B36 megnaði eisini at javna til 3-3 og at skora sigursmálið. Merkisvert var tað, at B36 verjan skoraði tvey mál - miðverjin Jonas Flindt Rasmussen skoraði eina ferð, og vinstri vongverjin Símun Joensen skoraði eitt mál.

Tað stóð leingi 1-1 í Fuglafirði, men fram ímóti dystarenda eydnaðist tað Víkingi at skora sigursmálið. Innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði útjavnandi málið í Sørvági mikukvøldið, og í dag átti hann aftur stóran lut. Kaj Leo legði innfyri úr høgru, og vongverjin í vinstru, Hanus Jacobsen, skoraði sigursmálið!

EB/Streymur var greitt omaná í 1. hálvleiki á Sandi, men tað stóð leingi á jøvnum. 2. hálvleikur var leikliga tættur, men í síðstu løtu vóru tað góðu evnini at skjóta fríspark hjá Hans Paula Samuelsen, sum vóru munurin. Hans Pauli sendi fríspark beinleiðis í málið aftan fyri Símun Rógva Hansen, sum hevði verið sera stinnur, og harvið fóru øll stigini norður um fjørðin. Tveir minuttir av tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat vóru farnir, tá ið EB/Streymur skoraði sigursmálið!

Á Toftum endaði tað 1-1, tá ið 07 Vestur vitjaði, og harvið eru bæði toftamenn og vágamenn framvegis við í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting. B68 legði seg á odda í 1. hálvleiki, tá ið teir høvdu møguleikar at skora fleiri mál. 07 Vestur javnaði við frísparki. Í sambandi við frísparksdómin varð ein av heimamonnunum rikin av vølli, men hóast 07 Vestur síðstu løtuna var yvirmannað, so eydnaðist tað ikki at skora sigursmálið.

 

ÍF-Víkingur 1-2 (1-1)

0-1: Finnur Justinussen 12.

1-1: Bartal Eliasen 19.

1-2: Hanus Jacobsen 81.

Dómari: Georg N. Rasmussen

ÍF: Jákup Mikkelsen (Hallgrímur Gregersen Hansen, 37.) - Áki Petersen, Uni Reinert Petersen, Høgni Zachariassen (Poul Ennigarð, 68.), Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen (Hanus Eliasen, 87.), Karl Løkin, Bogi Løkin, Nenad Saric - Bartal Eliasen

Gult kort: Karl Løkin

Víkingur: Geza Turi - Hjartvardur Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 67.), Sølvi Vatnhamar, Evrard Ble (Páll Klettskarð, 90.), Sam Jacobsen, Símun Hansen (Hans Jørgen Djurhuus, 67.) - Finnur Justinussen

Gult kort: Sam Jacobsen, Atli Gregersen

 

B36-NSÍ 4-3 (2-2)

0-1: Klæmint A. Olsen 14.

0-2: Klæmint A. Olsen 20.

1-2: Jákup á Borg 24.

2-2: Símun Joensen 41.

2-3: Jens Joensen 48.

3-3: Heini í Skorini 51.

4-3: Jonas Flindt Rasmussen 70.

Dómari: Petur Reinert

B36: Meinhard Joensen - Heini Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Ingi Højsted (Heini í Skorini, 39.), Atli Danielsen, Klæmint Matras, Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 81.) - Jákup á Borg (Róaldur Jacobsen, 90.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Odmar Færø

NSÍ: András Gango – Jónhard Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Helgi L. Petersen, Einar T. Hansen – Fritleif í Lambanum (Jann Martin Mortensen, 74.), Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni (Andrias á Líknagøtu, 84.), Árni Frederiksberg (Mamuka Toronjadze, 46.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen

Gult kort: Fritleif í Lambanum, Jens Joensen, Einar T. Hansen

 

KÍ-HB 2-2 (1-1)

0-1: Hanus Thorleifsson 9.

1-1: Hjalgrím Elttør 15.

2-1: Álvur F. Christiansen 88.

2-2: Teitur Gestson 90.+4.

Dómari: Eiler Rasmussen

KÍ: Gunnar á Steig – Monrad Holm Jacobsen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Sigmund G. Jacobsen - Álvur F. Christiansen, Nenad Stankovic (Johan Jacobsen, 80.), Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen - Steffan Kalsø (Bárður J. Heinesen, 70.)

Gult kort: eingin

HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Fróði Benjaminsen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Kári Nielsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen (Kristin R. Mouritsen, 75.) - Andrew av Fløtum (Pál Mohr Joensen, 67.), Jón Krosslá Poulsen (Rókur av Fløtum Jespersen, 83.)

Gult kort: eingin

 

B71-EB/Streymur 1-2 (1-1)

0-1: Leif Niclasen 17.

1-1: Bakari Bojang 28.

1-2: Hans Pauli Samuelsen 90.

Dómari: Rúni Gaardbo

B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, René Clementsen, Bojan Sivic, Poul Kjartan Dam - Gudmund Nielsen, Mikkjal T. Hentze, Bogi Hermansen, Høgni Midjord, Bakari Bojang - Tijani Mohammed

Gult kort: Bogi Hermansen, Mikkjal T. Hentze, René Clementsen

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José Dos Santos (Pauli G. Hansen, 81.) - Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen (Arnar Dam, 62.), Sorin Anghel - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Marni Djurhuus

 

 

B68-07 Vestur 1-1 (1-0)

1-0: Kristian Anton Andreassen 16.

1-1:Eli Falkvard Nielsen 77.

Dómari: Dagfinn Forná

B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Christian Stokholm, Ndende Adama Guéye, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard, Jann Ingi Petersen, André Olsen, Dion Splidt ( (Óli H. Olsen, 60.) - Ahmed Keita (Bjarki Johannesen, 75.)

Gult kort: Eingin

Reytt kort: Kristian Anton Andreassen 77. (beinleiðis reytt)

07 Vestur: Hans Jørgensen - Torstein Mýlingstind, Téhé Aristide, Kingsley Amunike, Hans Arni Ellefsen - Holgar Durhuus, Joseph Bassene, Jovan Panic, Eli F. Nielsen - Clayton Nascimento, Dánjal Rói Olsen

Gult kort: Hans Arni Ellefsen, Joseph Bassene

 

Tveir triðingar av kappingini eru lagdir afturum, og støðan er henda:

 

B36 43

Víkingur 42

EB/Streymur 35

NSÍ 26

B68 20

HB 19

07 Vestur 19

KÍ 18

ÍF 16

B71 10

Øll liðini hava spælt 18 dystir uttan EB/Streymur og ÍF, sum hava spælt 17 dytstir.

 

19. umfar

Fríggjadagin 26. august

Víkingur-B36

Leygardagin 27. august

EB/Streymur-07 Vestur

HB-B71

ÍF-KÍ

Sunnudagin 28. august

NSÍ-B68

 

---

 

90 min.

Liðugt

1-2

 

Nenad Saric hjá ÍF og Finnur Justinussen hjá Víkingi høvdu síðstu løtuna stórar møguleikar, men tað eydnaðist teimum ikki at skora.

 

 

85 min.

1-2: Hanus Jacobsen 78.

Víkingur hevur lagt seg fram um aftur. Innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu legði innfyri úr høgru, og vinstri vongverjin Hanus Jacobsen setti bóltin í málið.

 

 

65 min.

1-1

Víkingur hevur fyrra partin av 2. hálvleiki verið leikliga omaná, men burtursæð frá deyðbóltsstøðum, so hevur ikki eydnast liðunum at spæla seg til møguleikar.

 

45 min.

Hálvleikur

1-1

ÍF legði bragdligari fyri, men tað var Víkingur, sum legði seg á odda og var eina løtu omaná. So javnaði ÍF mest sum burtur úr ongum. Síðani hava møguleikar verið báðar vegir, men einki mál er komið.

 

35 min.

1-1

ÍF málverjin, Jákup Mikkelsen, er farin skaddur av vølli. Í hansara stað er Hallgrímur Gregersen Hansen komin í hansara stað. Hann er 16 ára gamal og verður 17 jólaaftan!

 

20 min.

1-1

Bartal Eliasen hevur javnað, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.

 

10 min.

0-1: Finnur Justinussen 8.

Sølvi Vatnhamar breyt ígjøgnum í vinstru og legði sera snilt innfyri til toppskjúttan Finn Justinussen, sum var leysur, tá ið hann skoraði.

 

ÍF-Víkingur: Georg N. Rasmussen kl. 15.00

ÍF: Jákup Mikkelsen (Hallgrímur Gregersen Hansen) - Áki Petersen, Uni Reinert Petersen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Karl Løkin, Bogi Løkin, Nenad Saric - Bartal Eliasen

Víkingur: Geza Turi - Hjartvardur Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Evrard Ble, Sam Jacobsen, Símun Hansen - Finnur Justinussen

 

---

 

Liðugt

4-3

 

70 min.

4-3: Jonas Flindt Rasmussen

Málveitslan í Gundadali heldur fram. Heimaliðið hevur verið aftanfyri bæði 2-0 og 3-2, men nú hava teir fyri fyrstu ferð í dag lagt seg á odda. Miðverjin Jonas Flindt Rasmussen var púra leysur, tá ið hann stýrdi hornasparksinnlegginum frá Súna Olsen í málið.

 

55 min.

3-3

Tað er sera undirhaldandi í Gundadali. Fyrstu fimm minuttirnar hava miðverjar hjá báðum pørtum skorað. Fyrst var tað NSÍ miðverjin Jens Joensen, sum stýrdi frísparksframlegging í B36 málið, og lítla løtu seinni var tað júst innskifti B36 miðvallarin Heini í Skorini, sum stýrdi bóltin í NSÍ málið.

 

45 min.

Hálvleikur

2-2

 

40 min.

2-2: Símun Joensen 40.

Oddaliðið tykist rættuliga at vera komið fyri seg. Nú hongur tað betri saman, og heimamenninir eru neyvari í sendingunum.

Jákup á Borg var leysur, tá ið hann royndi ímóti málinum, men hann rakti illa, og bólturin fór eitt sindur í vinstru til vinstra vongverjan Símun Joensen, ið setti bóltin í tómt mál.

 

 

25 min.

1-2

Tað er sera undirhaldandi og málríkt í Gundadali.

NSÍ hevur verið leikliga greitt omaná ímóti toppliðnum B36, sum hevur verið illa upplagt.

Eftir skjótt mótálop í 19. minutti eydnaðist Klæmint A. Olsen at lyfta bóltin upp um Meinard Joensen og í málið.

B36 var rættuliga skelkað, men nú hava teir fingið um endan aftur. Miðvallarin Atli Danielsen breyt í 24. minutti ígjøgnum og spældi upp tvørs til Jákup á Borg, sum setti bóltin í málið.

 

15 min.

0-1: Klæmint A. Olsen 15.

NSÍ hevur fingið úrtøku burtur úr yvirvágini. B36 misti í uppspælinum, NSÍ streyk í mótálop, og Frileif í Lambanum legði væl innfyri úr høgru til Klæmint A. Olsen setti høvdið undir bóltin og so var mál!

 

10 min.

0-0

NSÍ hevur verið vandamiklara liðið, og teir úr Runavík hava havt risa møguleika. Christian Høgni Jacobsen breyt ígjøgnum og lyfti bóltin upp um Meinhard Joensen. Høgni Eysturoy bjargaði, áðrenn bólturin fór í málið.

Lítla løtu seinni var Jákup á Borg í góðari støðu, men royndin var ikki nóg neyv.

 

B36-NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00

 

---

 

Liðugt!

2-2

 

2-2: Teitur Gestson!!

Fyrrverandi KÍ málverjin, sum nú verjir HB málið, bjargaði sínum nýggja felag eitt stig!!!

 

Fróði Benjaminsen stríddi seg til møguleika eitt sindur til høgru, men bólturin fór við síðuna av málinum.

Klaksvíkingar stríðast sum fyri lívinum, og HB roynir at trýsta.

HB hornaspark í síðstu løtu, og málverjin fer fram í KÍ brotsteigin.

 

 

Fróði Benjaminsen er fluttur fram í HB álopið.

 

Dómarin hevur lagt 4 minuttir aftrat!

 

90 min.

2-1: Álvur F. Christiansen 88.

KÍ hevur lagt seg á odda 2-1. Málskjútti var Álvur F. Christiansen, sum setti returbóltin í málið, eftir at Teitur Gestson hevði hálvbjargað. Uppspælið átti Kristoffur Jakobsen, sum í 2. hálvleiki hevur verið sera væl upplagdur.

 

85 min.

Johan Jacobsen er komin inn á KÍ miðvøllin í staðin fyri Nenad Stankovic, og Rókur av Fløtum Jespersen er komin inn í HB álopið í staðin fyri Jón K. Poulsen.

KÍ hevur havt stóran møguleika, men enn eina ferð fór royndin hjá Kristoffuri Jakobsen dygst við síðuna av málinum.

 

75 min.

1-1

HB hevur sett Kristin R. Mouritsen inn í vinstru álopssíðu í staðin fyri Símun Samuelsen, sum onkuntíð hevur verið meiri eyðsýndur, enn hann hevur verið í dag.

Tað er bara í hornasparksstøðum og frísparksstøðum, at tað er vandamikið frammanfyri málini.

 

70 min.

1-1

HB hevur sett Pál Joensen á vøllin fyri Andrew av Fløtum, og KÍ hevur sett Bárður J. Heinesen á vøllin í staðin fyri Steffan Kalsø.

 

65 min.

1-1

Onkuntíð hevur verið meiri intenst og ferðmikið millum hesi bæði feløgini, enn tað hevur verið fyrstu 20 minuttirnar av 2. hálvleiki!

 

60 min.

1-1

Tað hevur verið ógvuliga lítið veiggj í fyrsta korterið av 2. hálvleiki.

Kristoffur Jakobsen hevur havt bestu royndina. Hann tamdi góða diagonalsending út í vinstru, sneiddi inn í brotsteigin og sendi ímóti málinum, men bólturin fór eitt vet við síðuna av málinum.

 

Hálvleikur

45 min.

1-1

HB var stutt undan hálvleiki tætt við at leggja seg framum aftur eftir hornaspark, men vongverjin hjá KÍ í vinstru, Sigmund G. Jacobsen, bjargaði á málstrikuni.

 

 

35 min.

1-1

Eftir KÍ yvirvág í eina løtu er spælið dovnað rættuliga nógv. Tað tykist sum um, at tað verður hugsað meiri um at binda fyri enn at spenna álopsbogan.

 

30 min.

1-1

KÍ hevur leikliga rættuliga fótað sær, og tað er serliga í borðunum, at klaksvíkingar leggja trýst á vongverjarnar hjá HB.

Sigmund Jacobsen hevur havt fína skotroynd, sum Teitur Gestson bjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr. Lítla løtu seinni varð miðverjan hjá HB tagað sundur, men skotroyndin hjá Steffan Kalsø var ikki nóg neyv.

 

20 min.

1-1

Eftir at KÍ javnaði, hevur tað gingið meiri javnt á, hóast HB enn er leikliga omaná.

 

15 min.

1-1: Hjalgrím Elttør 14.

Fyrstu ferð KÍ var í nánd av HB brotsteiginum fingu teir fríspark á brotsteigarmarkinum, og í tveimum umførum sendi Hjalgrím Elttør umvegis stólpan bóltin í málið.

 

10 min.

0-1: Hanus Thorleifsson 8.

Hallur Hansson rak langan tein, áðrenn hann legði upp á tvørs til púra blanka Hanus Thorleifsson.

HB hevur havt vandamikið hornaspark, og nógv av álosspælinum er gjøgnum vinstra borð, har . KÍ hevur enn onga atsókn havt á málið hjá Teiti Gestson, sum er fyrstu ferð og spælir í Klaksvík, síðani hann skifti til HB.

 

HB hevur lagt bragdligari fyri. Jón K. Poulsen hevur roynt seg við rimmar frísparki úr stórari fjarstøðu. Gunnar á Steig hálvbjargaði, og Rógvi Holm stútaði returbóltin við síðuna av málinum.

 

KÍ-HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00

KÍ: Gunnar á Steig – Monrad Holm Jacobsen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Sigmund G. Jacobsen - Álvur F. Christiansen, Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen - Steffan Kalsø

HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Fróði Benjaminsen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Kári Nielsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum, Jón Krosslá Poulsen

 

 

---

 

Liðugt

1-2

 

90+2 min.

1-2: Hans Pauli Samuelsen

Eftir tættan 2. hálvleik var tað við beinleiðis frísparki, at Hans Pauli Samuelsen tryggjaði EB/Streymi týdningarmikla sigurin!

 

65 min.

1-1

Tað hevur gingið meiri javnt á fyrra partin av 2. hálvleiki, og tað hevur ikki eydnast liðnum at spæla seg til upplagdar møguleikar.

 

45 min.

1-1

EB/Streymur hevur verið greitt omaná, men tað hevur ikki eydnast at skora meiri enn eitt mál. Símun Rógvi Hansen í B71 málinum hevur havt tvær sera góðar bjargingar.

 

 

 

30 min.

1-1: Bakari Bojang 30.

Sandoyingar hava svarað aftrur í fleiri kontraálopum, og eftir eitt av hesum snarálopum eydnaðist tað teimum at skora við beinleiðis frísparki.

 

 

20 min.

0-1: Leif Niclsen 15

EB/Streymur hevur verið leikliga omaná. Arnbjørn Hansen hevur havt risa møguleika, og Leif Niclasen skoraði til 0-1.

 

B71-EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, Allan Tungá, Bojan Sivic, Poul Kjartan Dam - Rasmus F. Nielsen, Bogi Hermansen, Høgni Midjord, Gudmund Nielsen, Marcus Klementsen - Tijani Mohammed

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex Jose Dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Sorin Anghel - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen