HB er fremst, og B68 er næstfremst í 1. deild. Seinnapartin í dag verður toppuppgerð í Gundadali, tá ið toftamenn fara at vitja HB. Havnarliðið hevur ikki tapt síðani 6. apríl, tá ið Skála fór úr Gundadali við 4-3 sigri. Fyri einari viku síðani vann HB 2-1 á Skála. Toftamenn hava verið eitt sindur trilvandi síðstu tíðina, men seinast vunnu teir 5-2 á útivølli ímóti TB. Tá ið HB vitjaði á Svangaskarði í 6. umfari, endaði tað við málleysum javnleiki.
Tveir aðrir dystir eru á skránni í dag. Skálamenn, sum stríðast fyri at halda tørn um møguleikan at flyta upp, skulu til Klaksvíkar. Eftir javnleik ímóti B68 og tap ímóti HB er trýst á Skála. Í Leirvík fær Víkingur vitjan av TB, sum hevur tapt fýra tær seinastu ferðirnar við samlaða málmuninum 2-19!
Longu í gjárkvøldið var fyrsti dysturin í hesum umfarinum. Hann var á Sundalagsstevnuni í Streymnesi, har B36 vann 3-2. Úrslitið ber við sær, at árstalsfelagið nú hevyr lyft seg fram á bronsuplássið. Longu tá ið eitt korter var farið, var EB/Streymur frammanfyri 2-0. Undan steðginum minkaði B36 um munin við brotsparki, og eftir lítlari løtu miðskeiðis í 2. hálvleiki vendi B36 2-1 til 2-3.
Støðutalvan sigur, at B36 er á triðja plássi fýra stig frammanfyri FC Suðuroy. Tað kann tó vera, at FC Suðuroy í morgin við sigri á útivølli ímóti B71 kann leggja seg á bronsuplássið.. Soleiðis verður tað, um FC Suðuroy fær viðhald í kæruni um dystin í Klaksvík fyri viku síðani, tá ið KÍ vann 4-1 á FC Suðuroy. Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum hevur FC Suðuroy kært um, at KÍ spælarin Kristoffur Jakobsen spældi við, hóast hann umfarið frammanundan hevði spælt á besta KÍ liðnum. Úrskurðurin er ikki almennur enn, men tað man vera lítið at ivast í, at FC Suðuroy vinnur kæruna og stigini, og at KÍ harvið missir trý stig.
15. umfar
Í dag
KÍ-Skála: Súni Fríði Barbá kl. 17.00
Víkingur-TB: Pætur Albinus kl. 14.00
HB-B68: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Í morgin:
B71-FC Suðuroy: Bent Tommy Linklett kl. 15.30
Í gjár
EB/Streymur-B36 2-3 (2-1)
1-0: Hanus Olsen 4.
2-0: Hans Ejdesgaard 15.
2-1: Tóki á Lofti br 34.
2-2: Milan Kuljic 66.
2-3: Tóki á Lofti 75.
Støðan
HB 30
B68 29
B36 24
KÍ 22
Skála 20
FC Suðuroy 20
Víkingur 19
EB/Streymur 13
TB 13
B71 11
B36 og EB/Streymur hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir.
mynd: www.b68.fo Tá ið B68 og HB 20. apríl spældu málleysan javnleik á Svangaskarði









