12. umfar: Tey fýra fremstu í Vodafonedeildini hava í vikuskiftinum økt um frástøðuna til tey næstu.
Toppliðið B36 vann í dag 4-1 á heimavølli ímóti KÍ, Víkingur, sum er næstfremst, vann 2-1 á Toftum, og NSÍ, sum er á fjórða plássi, vann í dag 6-4 í Sørvági. Í gjár vann EB/Streymur 3-1 á heimavølli ímóti HB.
Úrslitini í hesum umfarinum bera við sær, at tey fýra fremstu eru væl fremri enn tey næstu.
B36 er eftir 4-1 sigurin á KÍ, sum síðstu løtuna var undirmannað, framvegis tvey stig frammanfyri Víking. Stóri munurin á teimum hvítu og bláu í Gundadali var álopsspælarin Lukasz Cieslewicz, sum framdi stór einmansavrik og skoraði trý mál.
Víkingur var í torførari avbjóðing í oyggjauppgerðini á Svangaskarði, og tí var 2-1 sigurin sera kærkomin.
Hóast EB/Streymur í gjár misnýtti trý brotsspørk ímóti HB á heimavølli, so eydnaðist tað teimum í Sundalagnum at vinna 3-1 og harvið at halda tørn um bronsuplássið.
Leingi tóktist tað sum um, at NSÍ skuldi vinna tryggan sigur í torføra útidystinum í Sørvági, men heimamenninir svaraðu aftur, og stutt undan leikloki javnaðu teir til 4-4. NSÍ fótaði sær, og stóri maðurin var liðformaðurin Christian Høgni Jacobsen, sum skoraði tvey mál og legði upp til onnur.
Við sannførandi 4-1 sigri á Sandi í gjár lyfti ÍF seg eitt stig upp um niðurflytingarplássið, sum 07 Vestur nú er á. Í 13. umfari, sum er tað síðsta hesumegin summarsteðgin, hittast 07 Vestur og ÍF í Sørvági, og meistararnir í HB eiga heimavøll ímóti oddaliðnum B36.
12. umfar
B71-ÍF 1-4
EB/Streymur-HB 3-1
07 Vestur-NSÍ 4-6
B68-Víkingur 1-2
B36-KÍ 4-1
Støðan eftir 12 umfør
B36 28
Víkingur 26
EB/Streymur 23
NSÍ 22
KÍ 16
HB 14
B68 13
ÍF 12
07 Vestur 11
B71 3
13. umfar
24. juni
EB/Streymur-B68
25. juni
Víkingur-KÍ
26. juni
07 Vestur-ÍF
HB-B36
NSÍ-B71
-----
B36-KÍ
Liðugt
4-1
85 min.
4-1
Ísak Simonsen hjá KÍ hevur avloyst Jógvan Isaksen, sum noyddist av vøllinum orsaka av skaða í arminum.
80 min.
4-1
Hørður Askham hevur avloyst Róald Jacobsen hjá B36.
75 min.
4-1: Lukasz Cieslewicz 74.
Eftir uppspæl úr høgru sneiddi málrevurin seg leysan, áðrenn hann fyri triðju ferð setti bóltin í málið og harvið staðfesti, at øll stigini vera eftir í Gundadali.
70 min.
3-1
Nenad Stankovic hjá KÍ er farin av vøllinum, og í hansara stað er Bárður J. Heinesen komin á vøllin.
Lukasz Cieslewicz hevur verið tætt við at økja um leiðsluna, men Gunnar á Steig bjargaði.
60 min.
Oddmar á Lakjuni, annar av miðverjunum hjá KÍ, er rikin av vøllinum eftir ikki hepna takling ímóti John Hansen. John hevði ein minutt frammanundan loyst Inga Højsted av, og nú er Kenneth Jacobse komin á vøllin í staðin fyri óhepna John Hansen.
55 min.
3-1: Jákup á Borg 53.
Eftir uppspæl í høgru og út frá stiklaði bólturin eina ferð, áðrenn veteranurin heilfluktaði í málið.
Hálvleikur
45 minuttir
2-1: Henry Heinesen 43.
KÍ er komið fyri seg aftur, eftir at klaksvíkingar eina løtu hingu við høvdinum, eftir at Cieslewicz hevði skorað tvær ferðir.
Høgri vongverji hjá KÍ, Rudolf Eliasen, royndi seg ímóti málinum, Meinhard Joensen í B36 málinum hálvbjargaði, KÍ álopsspælarin Henry Heinesen var fyrstur á returbóltinum, og so var 2-1.
25 minuttir
2-0: Lukasz Cieslewicz 25.
Klaksvíkingar hava verið nógv á bóltinum, men tað er Lukasz Cieslewicz, álopsspælarin hjá B36, sum hevur havt avgerandi leiklutirnar. Tá ið hann skoraði til 2-0, var tað eftir KÍ bólttap á veg í álop og einmansavrik av sera vandamikla álopsspælaranum.
10 minuttir
1-0: Lukasz Cieslewicz 10.
Eftir at KÍ hevur havt gott tak á fyrstu løtuna, so hevur B36 skorað. KÍ verjan sá ikki so gott út, tá ið bólturin varð spældur inn um verjuna, og vandamikli álopsspælarin legði bóltin framvið málverjanum og inn í síðunetið. Hetta var fyrsti møguleikin hjá heimaliðnum.
B36-KÍ
Dómari: Ransin Djurhuus
B36: Meinhard Joensen Høgni Eysturoy, Klæmint Matras, Jonas F. Rasmussen, Símun Joensen Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Ingi Højsted, Súni Olsen Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
KÍ: Gunnar á Steig Rudolf Eliasen, Oddmar á Lakjuni, John Hammer, Jógvan Isaksen Ivan Joensen, Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen Kristoffur Jakobsen
B68-Víkingur
Liðugt
1-2
75 min.
1-2
Talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar, hóast tað er lívligt, intenst og ferðmikið.
Hálvleikur
45 min.
2-0: Erling Jacobsen 43.
Gestirnir hava verið meiri ágangandi, meðan heimamenninir hava verið meiri tungir í tí. Seinna málið varð skorað upp á beinleiðis fríspark, sum miðverjin Erling Jacobsen sendi upp um manngarðin og mitt inn í málið.
25 min.
0-1
Víkingur tykist hava betri tak á tí, eitt nú hava gestirnir havt frísparksroynd á stólpanum.
10 min.
0-1: Finnur Justinussen
07 Vestur-NSÍ
Liðugt
4-6!
4-6: Christian Høgni Jacobsen 90.+4
07 Vestur spenti álopsbogan rættuliga nógv, og heimamenninir vóru fleiri ferðir tætt við, men í snarálopi staðfesti NSÍ liðformaðurin Christian Høgni Jacobsen NSÍ sigurin.
4-5: sjálvmál 89.
Christian Høgni Jacobsen breyt ígjøgnum í vinstru, og tá ið bólturin varð lagdur innfyri, varð hann beindur í málið. Tað tóktist vera sjálvmál.
4-4: Badara 87.
Lítla løtu undan leikloki hevur 07 Vestur javnað. Málskjútti var miðvallarin Badara, sum við langskoti sendi bóltin í málið aftanfyri Andras Gango!!
3-4
Spenningur er komin í. Jens Erik Rasmussen hevur minkað um munin til 2-4 við brotssparki, eftir at Badara varð feldur, og so hevur Clayton Soares rættuliga fingið spenning í eftir frísparksinnlegg. 3-4!!
3-4: Clayton Soares 64.
2-4: Jens Erik Rasmussen br. 59.
Jens Erik royndi seg tvær ferðir. Andras Gango bjargaði fyrru royndini.
1-4: Klæmint A. Olsen 51.
Christian Høgni Jacobsen er sera væl upplagdur. Nú hevur hann spælt álopsfelagan Klæmint A. Olsen leysan, og ungi maðurin var tryggur, tá ið hann økti til 4-1.
Hálvleikur
35 min.
1-3: Clayton Soares
Heimaliðið hevur fótað sær eitt sindur, og nú hevur tað eydnast teimum at minka um munin, so hann nú er tvey mál. Málskjútti var Clayton Soares, sum setti bóltin í málið eftir uppspæl frá miðvallaranum Badara.
25 min.
0-1
15 min.
0-1: Christian Høgni Jacobsen
0-2: Jann Martin Mortensen
0-3: Einar Hansen









