Næstsíðsta leygardag varð tað staðfest, at EB/Streymur, eftir eitt ára steðg í næstbestu deildini, næsta ár aftur verður í fremstu røð. Síðani uppflytingin varð staðferst, hava teir í Sundalagnum sagt, at næsta málið er at flyta upp uttan tap í ár.
Í dag syrgdi 07 Vestur fyri, at EB/Streymur í hvussu so er fer at hava eitt tap í viðførinum úr hesum kappingarárinum. 07 Vestur vann 4-2 við Margáir. Í veruleikanum er 07 Vestur flutt upp í bestu deildina. Á pappírinum restar nú eitt stig. Tað eru fjúrtan stig og væl betri málmunur aftur til FC Suðuroy, sum eigur fimm dystir eftir at spæla.
07 Vestur var frammanfyri 2-1 eftir fyrra hálvleik. Tveir minuttir eftir steðgin var 3-1, og fimm minuttir seinni varð tað heilt torført hjá heimaliðnum, tí gerstirnir øktu til 4-1. Toppskjúttin í deildini, Leif Niclasen, minkaði um munin til 4-2 í síðsta minutti, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
Teitur Mortensen var tvífaldur málskjútti, tá ið FC Suðuroy vann 2-1 á heimavølli ímóti AB.
Fyri Giza Hoyvík var tað hvøkkur, tá ið B71 legði seg framum á niðara vølli í Gundadali. Løtu seinni varð B71 málverjin rikin av vølli, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Tað endaði 4-2 eftir 2-1 í steðginum. Eirikur Jacobsen, sum áður hevur spælt við Giza Hoyvík, fór í B71 málið at loysa av, og hann var óførur. Men hann megnaði ikki at temja Trónd Arge, sum skoraði hattrikk!
KÍ var aftanfyri 3-1, tá tað restaði ein hálvur tími. So vendi tað, og at enda fór NSÍ úr Klaksvík við 4-3 tapi. KÍ javnaði eftir trimum minuttum, og hóast heimaliðið var undirmannað seinna partin av seinna hálvleiki, so eydnaðist tað KÍ at skora sigursmálið, tá ið tað restaðu tveir minuttir. Tað skoraði Ólavur Niclasen, sum í gjár var á beinkinum í steypafinaluni.
Sigurin ber við sær, at KÍ lyfti seg upp um NSÍ og nú er á fimta plássi.
Víkingur sendi HB úr Leirvík og suður aftur við 1-0 tapi. Magnus Jarnskor, sum skoraði upp á eitt av brotsspørkunum í steypafinaluni í gjár, var málskjútti tólv minuttir undan dystarloki.
KÍ-NSÍ 4-3
Víkingur-HB 1-0
EB/Streymur-07 Vestur 2-4
Giza Hoyvík-B71 4-2
FC Suðuroy-AB 2-1
Støðan
EB/Streymur 58
07 Vestur 56
FC Suðuroy 42
Giza Hoyvík 38
KÍ 32
NSÍ 31
Víkingur 25
HB 21
AB 11
B71 10
3. september
B71-FC Suðuroy (útsettur dystur)
10. september
KÍ-FC Suðuroy
NSÍ-HB
07 Vestur-Giza Hoyvík
AB-EB/Streymur
B71-Víkingur









