Toppliðið er favorittur á heimavølli

Fult umfar er á skránni í 1. deild í fótbólti í vikuskiftinum. Fýra dystir verða spældir seinnapartin í dag, og ein verður spældur í morgin. Tað verður grannauppgerðin í Runavík, har Víkingur fer at vitja.

Oddaliðið VB/Sumba tapti fyri viku síðani fyri fyrstu ferð í ár. Tað var í Leirvík, har Víkingur vann 1-0. Í hesi vikuni eru tvey stig komin á kontina hjá VB/Sumba, sum frá Aganevndini hjá FSF fekk viðhald í kæru um dystin ímóti HB í Gundadali tann 10. mai. Úrslitið var 3-3, men í vikuni varð avgjørt, at VB/Sumba skuldi vinna øll stigini við málmuninum 0-0.

07 Vestur, AB og TB kappast við VB/Sumba um uppflytingarplássini. Hesi trý eru øll á útivølli í dag. Støðutalvan kundi boðað frá, at AB avbjóðingin á Svangaskarði verður minni, enn hon verður hjá 07 Vestur í Gundadali ímóti HB. TB er í Klaksvík. Munurin millum teir næstbestu hjá KÍ og TB er eitt stig. Tað kundi bent á stóra avbjóðing hjá TB, sum í trimum royndum á útivølli hevur vunnið eitt stig.

 

VB/Sumba-EB/Streymur: Jón Kári í Brekkuni kl. 15.45

NSÍ-Víkingur: Rúni Gaardbo (sunnudagin kl. 15.00)

HB-07 Vestur: Birgir Sondum kl. 15.00

KÍ-TB: Petur Reinert kl. 15.00

B68-AB: Dagfinn Olsen kl. 15.00

 

Støðan

VB/Sumba 21 stig

07 Vestur og AB 18 stig

TB 14 stig

KÍ 13 stig

HB og Víkingur 11 stig

EB/Streymur 9 stig

NSÍ 4 stig

B68 3 stig

TB, HB, EB/Streymur og NSÍ hava spælt 9 dystir og hini 8 dystir.