Fríggjadagin klokkan 10 verður SportBoxin á Rás2. Hesa ferð er gesturin heimskendi málverjin á føroyska landsliðnum, Jens Martin Knudsen. Hann hevur verið við allan vegin, frá tí at føroyskur fótbóltur legði leiðina út í altjóða fótbólt.
Hoyr SportBoxina beinleiðis á Rás2 við at trýst HER
Hann hevur verið við til størstu løturnar á landsliðnum, spælt uttanlands og verið venjari. Hann bleiv heimskendur sum málverjin við topphúgvuni. Nú vitjar Jens Martin Knudsen SportBoxina.
Í fyrra tímanum kemur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, á gátt. FM finalurnar eru fyri framman og vit fregnast um gongdina. Eisini verður ítróttartíðindamaðurin í Miðlahúsinum, Terji Nielsen í Rásarúminum. Hann fylgir gongdini í málinum um spøkilisimálið hjá Neistanum, har aganevndin framvegis ikki er komin við einum dómi. Vit spyrja hví. Eisini hoyra vit frá Ragnari Isaksen um støðuna hjá golf í Føroyum.
Í partinum “Úr savninum” fara vit aftur til steypafinaluna hjá kvinnum í 2009. Fyri argjakvinnur bleiv talan um ein søguliga dag á ovara ølli í Gundadali, tá tær spældu móti KÍ í finaluni.
Spurningar og viðmerkingar kunnu sendast á 559999, ella á Facebook síðuni hjá SportBoxini.