Toppdysturin verður í kvøld

Skála og B68 í 1. deild hittast klokkan 18.30 í Leirvík

Klokkan 18.30 í kvøld bresta 1. deildarliðini hjá Skála og B68 saman. Talan er um lyklauppgerð, ið kann fara at vísa seg at hava stóran týdning fyri, hvørji liðini verða, sum fara at flyta upp í bestu deildina.

 

 

Í løtuni verður arbeitt við at leggja nýtt undirlag á vøllin á Skála. Tí verður dysturin í kvøld spældur í Leirvík.

 

 

B68 er næstfremst við 40 stigum. Um tað í kvøld eydnast toftamonnum at vinna fulla úrtøku, so flytir B68 framum HB, ið hevur 42 stig, og sum hevur verið oddalið nógvu tær seinastu vikurnar. Skála er á fjórða plássi við 35 stigum. Um tað eydnast Skála at vinna í kvøld, so lyfta skálamenn seg framum FC Suðuroy, ið er argasti kappingarneytin hjá Skála, tá ið tað ræður um uppflytingina.

 

 

Mánakvøldið hevði TB vitjan av EB/Streymi. TB vann sannførandi 6-2 sigur, sum ber við sær, at hesi bæði liðini hava sama stigatal.

 

 

Eftir 1. hálvleik var heimaliðið frammanfyri 2-1. Fyrsta korterið eftir steðgin økti TB til 4-1, og TB var frammanfyri 6-1, áðrenn EB/Streymur í næstsíðsta minutti pyntaði um.

 

 

Mánakvøldið

TB-EB/Streymur 6-2 (2-1)

1-0: Teitur Justinussen 12.

2-0: sjálvmál 42.

2-1: Árni G. Olsen 44.

3-1: Ragnar Tausen 48.

4-1: Arthur Poulsen 59.

5-1: Carl M. Bech 74.

6-1: Ragnar Tausen 78.

6-2: Rógvi Egilstoft Nielsen 89.

 

 

Í kvøld

Skála-B68: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30 – í Leirvík

 

 

Støðan

HB 42

B68 40

FC Suðuroy 37

Skála 35

B36 33

Víkingur 33

KÍ 26

EB/Streymur 23

TB 23

B71 14

TB, B71, Skála og B68 hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir