Toppdysturin verður á Hálsi

Toppdysturin í Atlantic Airways-kappingini verður á Hálsi, har tey bæði ósigraðu liðini, Neistin og H71 møtast

Tríggir dystur í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum vera um vikuskiftið. Í høllini á Hálsi verður toppdystur á skránni, tá Neistin og H71 møtast. Bæði Neistin og H71 hava fult stigatalv í kappingini, og tí leggur vinnandi liðið seg einsamalt á odda eftir vikuskiftið.

Tann dysturin, sum mest spenningur man vera um, er tó dysturin í Vestmanna, har tann sokallaði klassikarin verður á skránni. Her tekur VÍF ímóti Kyndli, men undan dystinum liggur hvørki teirra í oddinum. VÍF fekk sín fyrsta sigur síðsta vikuskiftið og liggur á fjórða plássi, meðan Kyndil slett einki stig hevur fingið enn. Teir hava tapt báðar sínar dystir við 10 málum ella fleiri.

Síðsti dysturin verður í høllini á Skála, har StÍF tekur ímóti KÍF. Um vit hyggja at stigatalvuni, so er StÍF helst lítil favorittur undan dsytinum. Teir vunnu fyrsta dystin ímóti Kyndli fyri síðani at tapa ímóti H71. Hjá kollfirðingum sær ikki so gott út. Teir hava enn einki stig fingið eftir tap ímóti H71 og VÍF, og tí skulu teir helst vinna dystin á Skála sunnudagin.