Toppdysturin verður í Gundadali

2. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin í dag. Tríggir dystir eru í høvuðsstaðnum, ein er í Streymnesi og ein í Runavík.

Trý lið vunnu fulla úrtøku í 1. umfari - TB, HB og Víkingur. HB og TB hittast á ovara vølli í Gundadali í fyrsta dystinum ídag, og Víkingur skal spæla í Runavík í síðsta dystinum ídag.

 

1. deild í dag

HB-TB: Alex Troleis kl. 13.30

AB-KÍ: Rói Jacobsen kl. 15.00

EB/Streymur-B68: Dagfinn Olsen kl. 15.00

FC Hoyvík-07 Vestur: Johan Petur Michelsen kl. 15.15

NSÍ-Víkingur: Bent Tommy Linklett kl. 17.00