11. umfar í 1. deild er á skránni í dag. Toppdysturin verður í Fuglafirði, har ÍF, sum er nummar trý, tekur ímóti oddaliðnum B68. Hesi bæði liðini fluttu niður í fjør. ÍF hevur higartil tapt ein dyst. Tað var á Toftum. Talan er um lyklauppgerð. Um toftamenn fáa fult verður munurin aftur til ÍF 10 stig.
Grannauppgerð verður í Sandavági. Síðstu vikurnar hevur gingið sum eftir ánni hjá FSV04. Uttan mun til úrslitið í Fuglafirði ber til hjá FSV04 við fullari úrtøku í dag at styrkja um sína støðu á uppflytingarplássi. Hjá FSV04 eru fleiri spælarar burturi orsaka av leikbanni: Hans Arni Ellefsen, Andrzej Stretowicz og Jovan Panic.
Fyrsta bríkslið í Leirvík var longu klokkan 13.30. NSÍ smurdi TB av fyri einari viku síðani. LÍF hevur tapt tríggjar ferðir á rað.
Í Gundadali er grannauppgerð. Hjá B36 ber ikki til at gera nyttu burtur úr nýggju ásetingini, sum sigur, at unglingaspælarar kunnu bæði vera á besta og næstbesta liðnum. Formulaliðið hjá B36 spælir í Klaksvík.
Síðsta vikuskifti tapti TB stórt í Runavík, meðan KÍ fekk fult á heimavølli ímóti HB. At besta KÍ liðið er illa rakt av skaðum, hevur við sær, at fleiri av teimum, sum plaga at spæla við næstbesta liðnum, í dag á beinkinum á besta liðnum.
Tað er so mikið tætt í botninum, at tað væl ber til hjá fleiri liðum seinnapartin at flyta seg 3-4 pláss á støðutalvuni.
ÍF-B68: Ransin Djurhuus ? kl.17.00
LÍF-NSÍ: Høgni Hansen ? kl. 13.30
HB-B36: Eiler Rasmussen ? kl. 15.00
FSV04-SÍ: Bárður Mortensen ? kl. 15.00
TB-KÍ: Páll Augustinussen ? kl. 15.00
Støðan eftir 10 umfør
B68 28 stig
FSV04 25 stig
ÍF 21 stig
LÍF 13 stig
NSÍ 12 stig
TB 11 stig
SÍ 10 stig
HB 10 stig
KÍ 10 stig
B36 4 stig