Toppdysturin verður á Argjum

Einasta liðið, sum AB hevur tapt ímóti higartil í ár, vitjar á Argjum í dag

Seytjanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin.

AB er topplið, og alt bendir á, at argjamenn aftur næsta ár vera at síggja í fremstu røð. Einasta liðið, sum higartil í ár hevur megnað at vunnið fulla úrtøku ímóti AB, er KÍ. 22. apríl fóru argjamenn úr Klaksvík við 3-1 tapi.

Síðani tá hevur AB vunnið tíggju ferðir og einaferð spælt javnt. AB er topplið við 37 stigum, og KÍ er næstfremst við 36 stigum. Klaksvíkingar hava tapt tveir dystir higartil í ár – í Gundadali ímóti HB og á Toftum.

 

B68 er á triðja plássi og harvið á uppflytingarplássi við 29 stigum. Toftamen eru á veg til Fuglafirðar at hitta ÍF, sum einki stig hevur fingið.

NSÍ, sum er á fjórða plássi, fær vitjan av B36, sum hevur ilt við at sleppa undan niðurflytingarvandanum.

B36 kappast um áttanda plássið við Suðringar, sum í dag fáa vitjan av HB, ið hevur staðið seg betri í ár, enn næstbesta HB liðið hevur gjørt í nógv ár.

Giza Hoyvík fær á nýggja vøllinum í Hoyvík vitjan av Víkingi, sum er á fimta plássi. Hjá Giza Hoyvík er dagsskráin at sleppa longri burtur frá hóttanini av niðurflyting.

 

17. umfar

Í dag

ÍF-B68: Bent Tommy Linklett kl. 15.00

NSÍ-B36: Petur Reinert kl. 15.00

Giza Hoyvík-Víkingur: Jóhan P. Michelsen kl. 17.30

AB-KÍ: Súni Fríði Johannesen kl. 17.00

Suðringar-HB: Janus Fossdalsá kl. 15.00

 

Støðan undan seytjanda umfari

AB 37

KÍ 36

B68 29

NSÍ 26

Víkingur 25

HB 24

Giza Hoyvík 17

B36 16

Suðringar 16

ÍF 0