Toppdysturin er í Manchester

Ímóti Arsenal hevur Manchester City møguleika at taka seg nærri toppinum

Hetta vikuskiftið eru tað fleiri innanhýsis uppgerðir millum tey fremstu í bestu eingilsku deildini.

Longu klokkan 12.45 í dag skal toppliðið í eldin á útivølli. Arsenal vitjar Manchester City, sum við sigri kann taka seg nærri toppliðnum og harvið vera orsøk til, at tað verður tættari millum tey fremstu.

Undan 16. umfari hevur Arsenal 35 stig, og Manchester City er á 4. plássi við 29 stigum.

Tað sær munandi lættari út hjá Chelsea, sum klokkan 15 eigur heimavøll ímóti Crystal Palace , og hjá Everton, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur megnað fín avrik á útivølli – 1-0 ímóti Manchester United og 1-1 ímóti Arsenal. Í dag fær Everton vitjan av Fulham.

Newcastle og Southampton eru tvey av liðunum, sum higartil hava staðið seg betri, enn tað varð roknað við. Seinastu ferðirnar hevur tað haltað hjá Southampton, sum í dag skal á vitjan hjá Newcastle.

Sjey dystir eru á skránni í dag. Í morgin skal Manchester United til Birmingham at spæla ímóti Aston Villa, og Tottenham fær vitjan av Liverpool.