Tað eru skorað ein rúgva av málum í næstbestu deildini í fótbólti í dag – ikki færri enn 27!
Giza/Hoyvík vann 5-0 á útivølli ímóti HB, og NSÍ vann 5-0 á útivølli í Leirvík ímóti Víkingi.
Á Argjum var KÍ frammanfyri 2-0, men AB svaraði aftur í 2. hálvleiki, tá ið heimaliðið megnaði at venda hóttandi tapi til 3-2 sigur.
EB/Streymur vann ruddiligan stórsigur 7-1 á útivølli ímóti B71. Veteranurin Marni Djurhuus skoraði tríggjar ferðir.
Tvey av liðunum, sum tað verður roknað við fara at kappast um fremstu plássini hittust í dag.
07 Vestur hevði á Dungasandi í Sørvági vitjan av FC Suðuroy. Úrslitið var 2-2.
Lotið var rættiliga frískt. Gestirnir høvdu vindin undan í fyrra hálvleiki, tá ið teir løgdu seg fremum 2-0. Í báðum førum var tað Búi Egilsson, sum var málskjútti.
Eftir steðgin hevði heimaliðið vindin undan, og tá eydnaðíst tað 07Vestur at skora tvær ferðir. Málskjúttar vóru Torleif Mýlingstind og Gunleif Magnusarson.










