Toppdystur í Havn

Manskappingin er sera jøvn, og tí er talan mest sum hvørja ferð um tveir toppdystir, tá spælt verður.

Neistin hevur lagt seg á odda í kappingini, men í dag spæla teir móti H71, sum hevur vunnið tríggjar ferðir á rað.

Á Skála hittast StÍF og Kyndil. Fyrra dystin teirra millum vann StÍF trygt. Bæði liðini hava tó sveiggjað nakað í teirra avrikum, og tí verður spennandi at vita, hvør teirra rakar dagin í dag.

Seinasti dysturin er í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti KÍF, sum enn eigur fyrsta stigið tilgóðar.

 

Allir dystirnir í Atlantic Airways-kappingini byrja klokkan 16.