Toppdystirnir størri týdning

Fótbóltur: Feløgini eru samd um at avmarka týdningin av stórsigrum á veikaru liðunum

Tað er ikki ókent, at góðu liðini í t.d. unglinga?, dreingja? og smádreingjadeildini vinna ógvuliga stórar sigrar móti veikaru liðunum. Um aðalfundurin hjá FSF, sum verður í februar, fer at verða av somu áskoðan, sum fundurin millum feløgini leygardagin var, so fer tað í framtíðini ikki at vera neyðugt við stórsigrum so ofta, sum tað higartil hevur verið.

Fundurin tók undir við uppskotinum um at broyta reglarnar soleiðis, at tá tað stendur á jøvnum í stigum, so skulu innanhýsis uppgerðirnar millum liðini, sum tað stendur á jøvnum ímillum, telja, áðrenn málmunurin skal koma inn í myndina.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at tá t.d. HB og B36 og eisini NSÍ og KÍ í framtíðini fara at kappast um meistaraskap, so verður tað meiri týdningarmikið at standa seg væl í innahýsis kappingini, enn tað verður at hølva onnur lið av við fimtan og tjúgu málum.

At smærru feløgini taka undir við hesum er væl skiljandi, og tað er einki, sum talar ímóti, at strørru feløgini eisini skulu taka undir við tí.