Toppdystir fyri framman

Fuglfirðingarnir kunnu gerast teir fyrstu, sum taka stig frá monnunum hjá Mjølni, og í kvinnudeildini skulu TB og KÍF dystast um, hvør skal fylgja við Klaksvíkini

Flogbóltur

Talan verður um tveir sannar toppdystir, tá flogbólturin verður blástur ígongd leygardagin.
Serstakliga í kvinnudeildini hevur talan higartil verið um eina framúr spennandi kapping, og undan vikuskiftinum eru trý lið, sum eru ájøvn í oddinum við átta stigum í part.
Leygarkvøldið verða hesi tó bert tvey, tí í Trongisvági verður bara ein vinnari, tá TB tekur ímóti KÍF. KÍF tók annars alt á bóli fyrstu umførini, tá tær millum annað vunnu tryggan heimasigur á TB, men síðani er stígur tó komin í hjá teimum. Spurningurin er so, hvørt tær eru førar fyri at reisa seg í Trongisvági, har TB aloftast hevur eina sterka áskoðarafjøld aftan fyri seg. Og so skal heldur ikki gloymast, at TB hevur eitt av sterkastu liðunum í deildini.
Sama dag skulu tær hjá Mjølni taka ímóti ÍF, og í nógvar mátar tykist tað, sum um heimaliðið her fer at halda fast um oddasessin. ÍF hevur ikki somu styrki, sum liðið hevði í fjør, tá talan gjørdist um gullmerki, og Mjølnir tykist hinvegin vera komið rættiliga ígongd, eftir at tær annars høvdu nøkur trupul fyrstu umfør.
Tann trupulleikan hava menninir í Klaksvík ikki havt. Hóast talan í fleiri førum hevur verið um tættar dystir, so eiga teir í Mjølni enn fyrsta tapta settið til góðar, og í so máta eru teir greiðir favorittar undan heimadystinum móti ÍF. Skala nakar taka Mjølnir, so eru fuglfirðingarnir tó helst eitt av bestu boðunum, og so er spurningurin, hvørt teir við einum sigri kunnu leggja seg á odda í deildini, ella um Mjølnir hinvegin skal skapa sær enn størri fjarstøðu.
Tað vóna tey helst ikki í Sørvági, har SÍ eisini hevur ætlanir um at vera við í oddinum. Teir spæla hesaferð móti Fleyr, og tað líkist á pappírinum einum tryggum heimasigri. Enn hevur Fleyr ikki megnað at vunnið sær nakað stig, og at síggja til man Sørvágur vera eitt tað truplasta staðið at venda hesi gongdini.