Toppdystir í 1.deild í kvøld

Í Hvalba tekur TB móti oddaliðnum FC Suðuroy, meðan AB á Argjum tekur móti nummar tvey, NSÍ. Í Leirvík er botnuppgerð. Fult umfar verður í 1.deild hjá monnum í kvøld. Mest spennandi dysturin verður á grasinum í Hvalba, har arvafíggindarnir og grannarnir úr TB og FC Suðuroy bresta saman. FC Suðuroy liggur frest í 1.deild við 16 stigum eftir seks umførum. Einasti dysturin har teir ikki fingu fult var á vitjanini í Sarpugerði. TB hevur trý stig færri á triðja plássi. Eftir tap á heimavølli móti argjamonnum, reistis aldursforsetin seg móti HB í Gundadali leygardagin.

 

Á Argjum tekur AB móti NSÍ sum hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið. Teir næstbestu hjá NSÍ hava, fyri uttan tapið í fyrsta umfari fyri FC Suðuroy, vunnu allar dystirnar. Tað gevur 15 stig út av 18 møguligum. Argjamenn kunnu við sigri koma upp á sama stigatalið sum NSÍ.

 

Í Leirvík verður botnuppgerð, har Víkingur tekur móti 07 Vestur, sum einki stig vunnið sær enn. Víkingur hevur megnað at vunnið sær tvey stig. Í Gundadali fær FC Hoyvík vitjan av Skála, meðan HB er á vitjan hjá EB/Streymi.

 

1.deild menn, 7. umfar:

 

FC Hoyvík ? Skála 18:00

Víkingur II ? 07 Vestur II 19:00

TB ? FC Suðuroy 19:00

AB ? NSÍ 19:00

EB/Streymur II ? HB II 19:30