Teir báðir fyrrverandi føroyameistararnir Rógvi Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen hava lagt seg á odda í FM-kappingini í talvi, við fullum stigatali eftir tvey umfør-
Báður hava teir telva væl. Rógvi tykist væl upplagdur stendur at lesa á heimasíðuni hjá Talvsambandinum, og hann vísir nýggjar síðir av sær sjálvum. Eins og pápin, Torkil, og yngri bróðirin Høgni, ber hann orð fyri at vera álopstelvari, men í talvinum móti Ólavi Simonsen sunnudagin sigst, at hann nærmast hevði eina uppvísing í posisjónstelving.
Hans Kristian Simonsen hevur kanska havt lættari mótstøðu á pappírinum, men sum onglendarar taka til, tú kanst einans vinna móti tí, sum møtir tær, og tað hevur hann gjørt effektivt og sannførandi.
Í skrivandi løtu sita teir báðir yvir av hvørjum øðrum, nú triðja umfar verður telvað.
Høgni Egilstoft Nielsen tapti kanska heldur óvæntað í fyrsta umfari móti Eyðuni Nolsøe, og fekk heldur ikki reist seg ordiliga í øðrum umfari. Martin Poulsen, ið sat hinumegin borðið, telvaði seg lætt fram til remis.
Eyðun Nolsøe og Finnbjørn Vang sættaðust eisini við javnt. Lítið var á vási í teirra talvi, javnvágin var ongantíð í vága. Sama er at siga um dystin millum Herluf Hansen og Heiðrik Jacobsen.
Í almenna bólkinum er Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag einsamallur á odda við tveimum stigum. Í unglingabólkinum hava tríggir lagt seg á odda við fullum stigatali; Rógvi Mørkøre, Bjarki Bertholdsen og Elias Petersen.
Í triðja umfari, sum byrjaði klokkan 17 í dag, verður telvað soleiðis í landsliðsbólkinum: Rógvi Egilstoft Nielsen - Hans Kristian Simonsen, Martin Poulsen - Herluf Hansen, Eyðun Nolsøe - Andrias Danielsen, Høgni Egilstoft Nielsen - Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen - Heiðrik Jacobsen.









