Topp fýra tykist avgjørt

Tey fýra ovastu liðini sita í løtuni tungt á teimum ovaru plássunum

Fleiri dystir hava í dag verið leiktir í ensku Premier League.

 

Tann fyrsti dysturin í dag var spennandi oddabrakið millum Arsenal og Liverpool. Skuldi Liverpool hava tær stóru vónirnar um eitt pláss millum fýra tey ovastu, var ein sigur í dag eitt krav.

Tað sást tó tíðliga at Liverpool fekk ein truplan dyst, tí frá fyrsta brískli sat Arsenal mest sum á øllum. Tó hevði Liverpool ein upplagdan málmøguleika, tá støðan var 0-0. Lazar Markovic bleiv spældur leysur við Arsenal málverjanum, og valdi at trilla bóltin yvirum til Raheem Sterling. Ólukkutíð fyri Liverpool, so lá avleveringin frá Markovic ov langt frammi, og tí spurdist einki burturúr.

Seinasta korterið í fyrra hálvleiki, avgjørdi Arsenal við manér. Teir skoraðu trý mál stutt undan hálvleikssteðginum, so hálvleiksstøðan var 3-0.

Hetta tók ferðina úr dystinum. Í seinna hálvleiki fingu liðini eitt mál í part, so endaliga støðan gjørdist 4-1 til Arsenal, ið nú liggur á øðrum plássi.

 

Klokkan 15:00 skuldi Manchester United royna at økja um munin niður til Liverpool, tá teir á heimavølli spældu móti Aston Villa. Hóast tað gekk heldur striltið hjá Manchester United at fáa hol á, so var ongantíð ivi um, at heimaliðið var greitt betra liðið.

Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist, at Manchester United vann ein 3-1 sigur.

Spanski Ander Herrera skeyt tvey av málunum, meðan liðskiparin, Wayne Rooney, fekk hitt málið.

 

Í seinasta dystinum í Premier League í dag, spældi oddaliðið, Chelsea, á heimavølli móti Stoke.

Endaliga úrslitið av tí dystinum gjørdist, at heimaliðið vann 2-1.

Tað merkisverda við tí dystinum var, at Stoke leikarin, Charlie Adam, stutt undan hálvleiki, fekk eitt tað besta málið, ið er skotið í Premier League í hesum kappingarárinum. Hann smekkaði í bóltin í málið, hóast hann var staddur aftanfyri miðjuna á vøllinum.

 

 

Úrslitini í Premier League í dag:

 

Arsenal – Liverpool 4-1

Everton – Southampton 1-0

Leicester City – West Ham 2-1

Manchester United – Aston Villa 3-1

Swansea – Hull 3-1

West Bromwich – QPR 1-4

Chelsea – Stoke 2-1