Í 2004 verður samstarvið millum tey átta norðurlendsku postverkini styrkt gjøgnum frímerkjaátakið Top of the World of Stamps. Tríggjar tær fyrstu útgávurnar hava evnið: Norrøn Gudalæra. Tann 26. mars verður fyrsta útgávan, sum er um guddómar.
Allar útgávurnar verða savnaðar í eini mappu, so tað verður lætt at ogna sær frímerki úr øllum Norðurlondum, tvs. Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Álandi.
Í mappuni eru allar átta tulkingar - átta frímerkjaørk við 1 ella 2 frímerkjum í hvørjum. Støddin er tann sama á øllum smáørkunum. Sagnirnar verða fortaldar við myndum á frímerkjaørkunum og við tilhoyrandi teksti á upprunamálinum umframt á enskum og týskum. Mappan er til keyps hjá norðurlendsku postverkunum.
Norðurlandamappan Top of the World of Stamps -04 verður alment givin út á frímerkjastevnuni NorrPhil 04 í Täby uttanfyri Stockholm tann 26.-29. mars 2004. Í januar verður ein síða løgd út á internetið har bæði mappan og tær einstøku útgávurnar verða sýndar fram. Síðan eitur www.topoftheworld.nu.
Norðurlendskt samstarv síðan 1956
Norðurlendska samstarvið á postøkinum byrjaði í 1946, tá Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki settu Norðurlendska Postfelagið á stovn. Endamálið var betri at kunna samskipa postgongdina landanna millum. Eitt úrslit av samstarvinum er m.a. felags frímerki og eru hesi sonevndu Norðurlandafrímerkini vorðin sera áhugaverd hjá savnarum.
Fyrsta norðurlendska felagsútgávan kom út í 1956. Londini ið við vóru, vóru Svøríki, Noreg, Danmark, Finnland og Ísland. Myndevnið hjá londunum var tað sama, fimm flúgvandi svanir, sum ímyndaðu tey fimm londini. Seinnu útgávurnar høvdu eisini sama myndevnið, Víkingaskip 1969, Norðurlandahúsið í Reykjavík 1973 og Nykurtir 1977.
Í 1980 fóru tey fimm londini at geva út egin myndevni til sama evni. Eldri Brúkslist var evnið í 1980, Ferðavinna í 1983, Vinabýir í 1986 og Fólkabúnar í 1989. Nú vóru eisini Føroyar komnar upp í samstarvið, og tvey ár seinni komu Áland og Grønland eisini við. Norðurlandaútgávurnar hildu áfram í 1991, 1993, og 1995 við evninum Ferðamannamál, 1998 við Sigling og 2002 við Almennari List. Í alt 14 Norðurlandaútgávur hava verið síðan 1956. Nú byrjar samstarvið sostatt av nýggjum við mappuni Top of the World of Stamps og frímerkjarøðini Norrøn Gudalæra.
At stíga fram saman og hava eitt net yvir um landamørk er eyðvitað fyri norðurlendingar. Søgan, felags mentunararvurin og málnýtslan hava birt upp undir hetta. Í dag er fleiri ymiskar rásir við norðurlendskum samstarvi, harímillum Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið.
Í nýggja frímerkjasamstarvinum Top of the World of Stamps geva postverkini í teimum átta norðurlondunum út eina frímerkjarøð í trimum pørtum við evninum Norrøn Gudalæra. Fyrstu frímerkini verða givin út í 2004 og eru um gudaheimin. Við í útgávuni eru postverkini í Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Álandi. Við hvør sínum smáarki, sum verða savnað í eini felags mappu, geva tey teirra mynd av sagnunum. Komandi útgávurnar verða í 2006 og 2008. Útgávurnar og samstarvið verða nærri lýst á www.topoftheworld.nu.
Kelda: Frímerkjadeildin
____________________________________________________________
Postverk Føroya, Frímerkjadeildin:
Tvær nýggjar frímerkjaútgávur
Fríggjadagin 26. mars gav Frímerkjadeildin hjá Postverki Føroya út tvær nýggjar frímerkjaútgávur. Onnur er um "Tórur og Rán" úr Norrønu gudalæruni og hin er um eina ferð við jaktini Mariu í 1854
Frímerkjaútgáva
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Norðurlond hava somu søgu og sagnir. Fyrsti partur av frímerkjarøðini varð givin út tann 26. mars 2004. Útgávan fevnir um átta frímerkjaørk, sum hvør á sín hátt tulka norrønu sagnirnar. Føroysku frímerkini eru um Tórur og Rán.
Rán veiddi á havinum við nót, ið hon dróg teir sjólætnu inn við. Tær villu bylgjurnar vóru døtur hennara. Tórur var umtóktur av føroyingum, ið róptu ting- og høvuðsstað sín fyri Tórshavn. Tvey ymisk frímerkir vóru í hesi útgávuni.
"Ferðin við jaktini Mariu í 1854"
Hin útgávan er úr eini ferðafrásøgn hjá bretunum Samuel Rathbone og E. H. Greig, um rundferðina millum oyggjarnar við jaktini "Mariu", summarið 1854.
Ferðafrásøgnin er ein skemtilig og stundum speisk lýsing av samanstoytinum millum tveir viktorianskar gentlemen og eina burturoldaða mentan. Men frásøgnin gevur eisini eina rættiliga beinrakna lýsing av trupulleikunum hjá einari tjóð, sum um hetta mundið var við at leggja miðaldar hugsjónirnar frá sær og byrja sína ómetaligu menningarferð fram til okkara nútímans samfelag.
Ferðafrásøgnin er myndskrýdd við vøkrum steinprentum, sum verða endurgivin á frímerkjaarkinum. Átta ymisk frímerki eru í hesi útgávuni.
Bókin verður endurgivin í sínari heild á nýggja tematiska databasanum hjá Frímerkjadeildini: www.faroephilately.fo