Í 2004 verður samstarvið millum tey átta norðurlendsku postverkini styrkt gjøgnum frímerkjaátakið Top of the World of Stamps. Tríggjar tær fyrstu útgávurnar hava evnð: Norrøn Gudalæra. Tann 26. mars verður fyrsta útgávan, sum er um guddómar
Allar útgávurnar verða savnaðar í eini mappu, so tað verður lætt at ogna sær frímerki úr øllum Norðurlondum, t.v.s. Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Álandi.
Norðurlandamappan Top of the World of Stamps ?04 verður alment givin út á frímerkjastevnuni NorrPhil 04 í Täby uttanfyri Stockholm tann 26.-29. mars 2004. Í januar verður ein síða løgd út á internetið har bæði mappan og tær einstøku útgávurnar verða sýndar fram. Síðan eitur www.topoftheworld.nu Komandi útgávurnar verða í 2006 og 2008. Útgávurnar og samstarvið verða nærri lýst á hesi heimasíðu.
Norðurlendsk felagsútgáva síðan 1956
Fyrsta norðurlendska felagsútgávan kom út í 1956. Londini ið við vóru, vóru Svøríki, Noreg, Danmark, Finnland og Ísland. Myndevnið hjá londunum var tað sama, fimm flúgvandi svanir, sum ímyndaðu tey fimm londini. Seinnu útgávurnar høvdu eisini sama myndevnið, Víkingaskip 1969, Norðurlandahúsið í Reykjavík 1974 og Nykurtir 1977. Hesi sonevndu Norðurlandafrímerkini eru vorðin sera áhugaverd hjá savnarum.
Føroyar komu upp í samstarvið í 1991 og íalt 14 Norðurlandaútgávur hava verið síðan 1956. Nú byrjar samstarvið sostatt av nýggjum við mappuni Top of the world of Stamps og frímerkjarøðini Norrøn Gudalæra.
Frímerkjaútgávur í røðini Norrøn Gudalæra ? guddómar:
Danmark: Heimdallur og Gevjun
Norrøni gudurin Heimdallur er varðmaður gudanna. Hann situr við himinsendan fyri at verja brúnna Bivrøst millum Ásgarð og Miðgarð. Fruktbarisgudinnan Gevjun átti fýra synir við einum jatna og skapti teir um til oksar.Við teirra hjálp plóg hon ein stóran bita av landinum í Svøríki og legði hann at tí danska ríkinum (Sæland). Har, ið landið var loyst, lá eitt vatn eftir. Tað verður rópt Vänern.
Svøríki: Fundur í Valhøll
Frímerkini vísa ein hermann, sum ríður inn í Valhøll, Óðins høll, har hann hittir eina valkyrju. Hon ber eitt drykkjuhorn og heilsar honum vælkomnum. Myndirnar eru frá gotlendskum myndasteinum.
Noreg: Njørður og Baldur
Gudurin Njørður vaks upp í Vanaheimi, men fekk sátt millum æsir eins og vanir. Hann ræður fyri vindinum og kann stilla bæði sjógv og eld. Hann skal ein heita á til sjóferðir og á veiðu. Baldur er hin klókasti av ásunum, og onki var honum at meini uttan mistilteinur. Tann svikaligi Loki gav blinda bróðuri Baldur, Høðri, ein ørv av mistilteini. Høður skjeyt, og Baldur fall deyður til jarðar.
Finnland: Luonnotar
Sambært finska tjóðkvæðnum Kalevala er Luonnotar vatnsins móðir og luftarinnar moyggj, sum søkkur í havið og verður gitin av vindinum. Eftir at hava tikið lut í skapanini av alheiminum, føðir hon gamla Väinämöinen.
Áland: Fenja og Menja
Fenja og Menja vóru tvær trælkvinnur, sum vórðu noyddar at mala gull hjá Fróða kongi. Eina náttina varð kongurin álopin av eini herfjøld, hvørs herovasti tók Fenju og Menju við sær á skipið. Har skuldu tær mala salt. Skipið sakk, men Fenja og Menja hildu áfram at mala á havsins botni. Tá gjørdist havið salt.
Grønland: Mánaðaurin og norðlýsið
Mánamaðurin var klæddur í ísbjarnaskinn og hevði eftirlit við menniskjunnar og djóranna fruktbari, náttúrufyribrigdum, og enntá veiðihættunum hjá kópaveiðimonnunum. Norðlýsið blaktrar á náttarhimlinum, tá sálir teirra deyðu spæla bólt við roysningaskøltum.
Ísland: Óðin og Sleipnir
Óðin er mætastur og elstur av ásum: Óðin og brøður hansara skaptu alheimin og tey fyrstu menniskjuni. Hann er almáttugur og alvitandi. Frá hásæti sínum Hlidskjalf sær hann allan heimin. Hestur Óðins, Sleipnir hevur átta bein. Tá verðin gongur undir, goypir Fenrisúlvurin Óðini, og tað verður bani hansara.
Føroyar: Tórur á Rán
Rán veiddi á havinum við nót, ið hon dróg teir sjólátnu inn við. Tær villy bylgjurnar vóru døtur hennara. Tórur var umtóktur av føroyingum, ið róptu ting- og høvuðsstað sín fyri Tórshavn.