Nýggi stjórin er Tony Weyhe, og hann byrjar í starvinum 1. januar 2025.
Tað boðar Mjólkarvirkið Búnaðarmanna frá í dag.
Tað var annars 15. november, at felagið boðaði frá, at Hákun Steingrímsson varð koyrdur úr starvi, tí at »felagsstevið sum var, ikki er meira«, sum felagið málbar seg í tíðindaskrivi – og tí fór felagið at leita eftir nýggjum stjóra, varð sagt.
Sum fyribilsstjóri varð settur Karl á Høvdanum Andreasen.
Men í dag boðar so felagið frá, at tey hava funnið nýggjan stjór, og at tað er Tony Weihe, sum frammanundan var virkisleiðari á mjólkarvirkinum.