Tony: Vánaliga byrjanin forkom møguleikanum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Tony Weyhe hjá KÍF taka samanum samlaða hálvfinalutapið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Tróndur Arge gjørdi við Tony Weyhe hjá KÍF aftaná 20-25 tapið hjá KÍF ímóti H71, sum gav eitt samlað 43-46 hálvfinalutap í Coca Cola steypakappingini.

 

Tony ásannar, at fyrstu 20 minuttirnir gjørdust dýrir fyri KÍF. Tá førdi H71 10-2, og tann leiðslan gjørdi tað torført hjá KÍF, sum mátti brúka nógvar kreftir fyri at koma afturíaftur. Tony heldur heilt einfalt, at ringa byrjanin forkom KÍF møguleikan at koma í steypafinaluna.

 

Hann heldur eisini, at teir áttu fyrr at demma upp fyri Mark Marcher og Peter Krogh. Tony vil ikki melda út endaliga um sína framtíð í føroyskum hondbólti, men leggur upp til, at tað er eisini upp til KÍF.