Tony Paris uppsagdur

Fyrstu ferð hann tók við starvinum var í 1977, og var hann eisini venjari í 1978.


Síðani kom hann aftur til felagið í 1999 og var høvuðsorsøkin til, at KÍ fyri bert aðru ferð í søgu felagsins vann greipuna.

Síðani sendi felagið boð eftir honum á sumri 2005, og hevur hann síðani 2006 fram til dagin í dag verið høvuðsvenjari felagsins.

Úrslitið í 2006 má sigast at vera tað besta hjá felagnum síðan 1999, og var hetta ein óvanliga stór framgongd í mun til árini frammanundan.

Felagið hevur stóra virðing fyri Tony Paris, bæði sum venjari og sum persónur.

Eingin ivi er um, at nógv er broytt til tað betra í felagnum, síðani Tony kom. Millum annað er arbeiðið kring formuladeildina meira skipað, disiplinera og samognarskapurin er meira eyðsýndur.

Úrslitini í 2007 hava, sum flest øll vitað, ikki verið nøktandi.

Felagið er greitt yvir, at hópurin ikki hevur verið sterkur nokk, og hava fleiri av leikarunum ikki livað upp til sítt besta.

Harafturat hava vit verið sera óheppin við skaðum.

Hetta hevur sjálvandi verið viðvirkandi til úrslitini.

Leiðslan er tó av teirri fatan, at tað er neyðugt við broytingum, og tað er sjálvandi ikki møguligt at skifta allar leikararnar út mitt í einum kappingarárið - og tískil er tað sum altíð venjarin, sum stendur eftir við ábyrgdini.

Tony Paris er ikki ein persónur, sum gevur upp og var áhugaður í at halda fram í starvinum og trýr fult og fast uppá at hann hevði kunnað realisera visión 2009.

Tony ynskir í hesum sambandinum at takka leikarunum fyri teirra hugburð og ynskir teimum alt tað besta í framtíðini.

Somuleiðis ynskir Tony Paris at takka viðhaldsfólkunum hjá KÍ fyri tíðina og harmast skilnaðin.

Felagið takkar Tony Paris fyri tað góða arbeiði, hann hevur lagt eftir seg, tíðina hann hevur verið í felagnum og ynskir honum alt tað besta í framtíðini.

Leiðslan í felagnum fer nú í gongd við at finna ein avloysara.