Fótbóltur
- Eg havi fylgt við í kjakinum um landsliðsvenjaran, og gjørdist bilsin, tá navnið Colin Calderwood kom fram. Men FSF hevur ikki hugt at best skikkaða manninum til starvið: Tony Paris.
Tað staðfestir David Jones, fyrrverandi venjari hjá ÍF. Hann heldur, at onglendingurin, sum í trimum atløgum hevur staðið á odda fyri KÍ, skuldi verður valdur sum nýggjur landsliðsvenjari.
- Hóast tað ikki gekk sum ætlað seinast Paris var í Klaksvík, veit hann meira um føroyskan fótbólt enn nakar av uppskotunum, sum hava verið. Og tað er eingin ivi um, at hann kundi flutt føroyska landsliðið. Fótbóltssambandið burdi í minsta lagið sett seg í samband við hann, sigur David Jones, sum leggur afturat, at Tony Paris meira enn fegin vil aftur til Føroya.