Ein av heimsins kendastu sjónleikarum, Tony Curtis, doyði í gjárkvøldið, 85 ára gamal. Tony Curtis er ein legenda í amerikanskum filmi og sjónvarpi.
Hann spældi við í yvir 100 filmum, umframt í kendum sendirøðum í sjónvarpi saman við Marilyn Monroe, Jack Lemmon, Roger Moore, Kirk Douglas og mongum øðrum
Seinni árini royndi hann seg eisini sum listamálari.
Tony Curtis var giftur fimm ferðir og hann fekk seks børn, kendast er dóttir hansara, Jamie Lee Curtis.